info
Ongi úrslit

Funnu spreingiknøtt á ruskplássinum í Moss

- Eingin eigur at lata ein spreingiknøtt - ella eina granat - til ruskplássið, sigur løgreglan, nú ruskmóttøkan í Moss hevur verið stongd í nakrar tímar

Vilmund Jacobsen
29. oktober 2026 kl. 10:53

Norskir miðlar skriva, at ein granat - ella spreingiknøttur - er funnin á einum ruskplássi í Moss í morgun, og í hesum sambandi er ruskplássið stongt.

Løgregla og verja meta nú um, hvussu spreingiknøtturin skal handfarast, sigur átaksleiðarin hjá løgregluni í økinum, Nikolai Mathisen.

Hann leggur aftrat, at tað helst verður norska verjan, sum kemur at taka sær av hesum, og ætlandi lata partar av ruskmóttøkuni uppaftur um middagsleitið, lokala tíð.

- Um tú finnur okkurt, sum líkist hesum, eigur tú at ringja til løgregluna, og sum høvuðsreglu eigur tú ikki sjálvur at gera av, hvussu hetta skal burturbeinast.

Tað sigur Shervin Jahromi hjá løgregluni við tv2.no í morgun.

Hann leggur aftrat, at eingin eigur at lata ein spreingiknøtt - ella eina granat - til ruskplássið.

Í norskum miðlum í morgun verður einki sagt um, hvaðani spreingiknøtturin møguliga er komin, ei heldur, um hetta er ein lødd granat ella ei.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

3 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Børn í Skopun stuðla Reyða Krossi

11 minuttir síðan
Tíðindi

Fólk úr 87 ym­isk­um lond­um ferð­að­ust við SSL í summar

58 minuttir síðan
Tíðindi

Arbeiðið at útbyggja og dagføra bátahylin verður gjørt stigvíst

1 tími síðan
Tíðindi

Samskip selt til spanskt skipafelag

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vandi fyri at Norðurlond missa Grønland og Føroyar

1 tími síðan
Tíðindi

Spanska kongshúsið avlýsir veitsludøgurða

1 tími síðan
Tíðindi

Privata eftir­lønar­upp­spar­ingin var 15,9 mia. kr. í 2025

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftirlýstir maðurin funnin í øllum góðum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing-Falster tapti stórt fyri Odense í steypakappingini

2 tímar síðan
Tíðindi

Fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

3 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir knógvaðu eitt stig á útivølli

5 tímar síðan