Norskar skipasmiðjur hava seinastu árini bygt eitt stórt tal av brunnbátum, tænastuskipum, arbeiðsbátum og øðrum serbátum til alivinnuna.
- Men, hóast fleiri av skipasmiðjunum settu met í umsetningi í fjør, vísa úrslitini, at vøkstur og lønsemi ikki altíð fylgjast.
Tað skrivar iLaks.no.
Í grein á heimasíðuni verður víst á, at tríggjar skipasmiðjur høvdu meira enn eina milliard norskar krónur í umsetningi í fjør.
- Men, hóast hetta høvdu tvær av hesum somu skipasmiðjum hall.
Sagt verður, at met stórur umsetningur og reyð tøl á botnlinjuni ikki minst síggjast hjá Myklebust Verft.
- Skipasmiðjan næstan tvífaldaði umsetningin úr 817 milliónum norskum krónum upp í 1,6 milliardir í 2025.
iLaks.no vísir á, at samstundis, sum umsetningurin vaks, gjørdist ársúrslitið í fjør fleiri milliónir verri enn árið fyri.
Frá at hava eitt avlop á 21,4 milliónir norskar krónur í 2024, gjørdist úrslitið í fjør eitt rakstrarhall á 8,8 milliónir krónur.
- Bæði Moen Marin og Aas Mek. Verksted høvdu eisini meira enn eina milliard norskar krónur í umsetningi í 2025.
iLaks.no vísir á, at meðan Moen Marin hevði eitt rakstrarúrslit á 62,9 milliónir, hevði Aas Mek. Verksted eitt rakstrarhall á 8,1 milliónir norskar krónur.
Meira um hetta kann lesast á www.iLaks.no