info
Ongi úrslit

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

89 prosent av kvinnunum, sum fingu tilboð um bróstkrabbaskreening í Føroyum í 2025, tóku av tilboðnum. Hetta vísa nýggj tøl.

Nanný J. Toftegaard
21. oktober 2026 kl. 15:15

Heilsustýrið skrivar, at í 2025 fingu 2.142 kvinnur tilboð um bróstkrabbaskreening, og 1.907 teirra tóku av tilboðnum. Í 2024 var undirtøkan 90,7 prosent, sum er tað mesta higartil.

Føroyskar kvinnur millum 50 og 69 ár fáa tilboð um bróstkrabbaskreening annaðhvørt ár. Skipanin hevur virkað síðani 2017, og undirtøkan hevur øll árini verið oman fyri 81 prosent.

Týdningurin av bróstkrabbaskreening

Í oktober verður kring heimin varpað ljós á bróstkrabba undir heitinum Ljósareyður oktober. Bróstkrabbi er vanligasta slagið av krabbameini hjá kvinnum í vesturheiminum, og vandin økist munandi frá 50-ára aldri.

Bróstkrabbaskreening er ein røntgenkanning av bróstunum (mammografi). Við kanningini ber til at finna tekin um bróstkrabba tíðliga - ofta áðrenn kvinnan sjálv merkir nakað til sjúkuna. Tá bróstkrabbi verður staðfestur tíðliga, eru betri møguleikar fyri væleydnaðari viðgerð. Tí hevur tað týdning at taka støðu til tilboðið um skreening, eisini hóast tú eingi sjúkutekin hevur.

Um tú varnast broytingar í bróstunum, eigur tú at venda tær til lækna, eisini hóast tú nýliga hevur verið til skreening.

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

2 minuttir síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

26 minuttir síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

1 tími síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

1 tími síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

2 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

3 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vitjar Stórtingið

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir

4 tímar síðan
Tíðindi

Nú er nýtt etiskt ráð farið til verka

4 tímar síðan
Tíðindi

Minnisvarðin skal gerast lættari atkomuligur

5 tímar síðan