info
Ongi úrslit

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

Fróðskapur hevur givið út bókina Vitan og stríð og stríð um vitan. Ein kanning av føroyskari fiskiveiðifyrisiting, fiski og fiskifrøðingum, 1950-1977, sum søgufrøðingurin Tráin Petursson Nónklett hevur skrivað. Í hesum sambandi verður útgávutiltak í Panamé/Gamla bókhandli hin 3. novembur kl. 17.

Eirikur Lindenskov
21. oktober 2026 kl. 15:06

Í 1970 mælti fiskifrøðingurin Jákup Sverri Joensen og Fiskirannsóknarstovan til, at 6-8 trolbátar fingu loyvi at veiða innan føroyska fiskimarkið, sum var 12 fjórðingar. Trý ár seinni vóru trolbátarnir vorðnir 57 í tali og Fiskirannsóknarstovan mótmælti. Hvussu bar hetta til?

Og hvussu bar tað til, at tann stóri sildafiskiskapurin í Norðuratlantshavi kollapsaði seinast í 1960-árunum, stutt aftaná hann var byrjaður?

Og hví mótmæltu kollfirðingar hummaratrolum í 1950-árunum?

Hetta og mangt annað viðger bókin Vitan og stríð og stríð um vitan. Hetta er ph.d.-ritgerð, sum Tráin Petursson Nónklett vardi í november í fjør. Kannað verður, hvørja ávirkan fiskifrøðingar høvdu á føroyska fiskiveiðifyrisiting, fiskivinnu, fiskastovnar og politikk í tíðarskeiðinum 1950-1977. Víst verður á, at teir føroysku fiskifrøðingarnir vildu, at føroysk fiskiveiða gjørdist “ein optimal veiða”. Hetta merkti, at summir fiskastovnar vórðu mettir at vera undirfiskaðir, meðan aðrir stovnar vórðu mettir at vera ovurfiskaðir.

Víst verður á í bókini, at fiskifrøðiliga vitanin varð serliga umsett til politiskar avgerðir, tá ið talan var um tilmæli, sum snúðu seg um vøkstur. Tá ið tilmælini snúðu seg um avmarkingar var ofta trupult hjá politisku skipanini at umseta vitanina til politikk. Um avmarkingar vóru til fyrimunar fyri føroyska fiskiveiðu mótvegis bretskum trolarum var hinvegin lættari at fáa politisku skipanina at taka undir við teimum.

Tráin Petursson Nónklett er postdoc-granskari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er fyrsta bók hansara. Bókin er 526 blaðsíður við myndum, kortum og talvum, og hon kostar 398 krónur í bókabúðunum.

Á útgávutiltakinum í Panamé/Gamla bókhandli í Havn týsdagin hin 3. novembur kl. 17 verður samrøða við høvundin um bókina.

Kelda: setur.fo/frodskapur

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

2 minuttir síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

26 minuttir síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

1 tími síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

1 tími síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

2 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

3 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vitjar Stórtingið

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir

4 tímar síðan
Tíðindi

Nú er nýtt etiskt ráð farið til verka

4 tímar síðan
Tíðindi

Minnisvarðin skal gerast lættari atkomuligur

5 tímar síðan