Frammanfyri 2.387 áskoðarum í Gråkjær Arena í Holstebro eydnaðist tað Teis Horn Rasmussen og liðfeløgunum í TTH Holstebro at vinna annan dystin á rað í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í kvøld gjørdist talan um 37-31 sigur á Kolding. Í steðginum var Holstebro á odda 19-16.
Teis fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Teis vann eisini liðnum eitt brotskast.
TTH Holstebro er nummar seks í deildini við sjey stigum. Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG eru saman við Ribe-Esbjerg fremst í deildini við 11 stigum.
Í morgin klokkan 15 tekur liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus móti liðnum hjá Magnusi Árasyni, Mors-Thy í FREJA Arena í Skanderborg. Klokkan 14 tekur liðið hjá Paula Rasmussen og Jákupi Egholm, TMS Ringsted móti meistaraliðnum, Aalborg.