Fyrr í dag vann føroyska U21-landsliðið 2-1 á Estlandi á útivølli í EM-undankappingardysti í bólki C. Aron Benjaminsen syrgdi fyri báðum málunum.
Í sama bólki megnaði Ísland á heimavølli flottan 1-1 javnleik móti fronsku bólkafavorittunum.
Ein annar dystur var leiktur í bólkinum. Á heimavølli vann Sveis stórsigur 5-0 á Luksemborg, ið spælir móti Føroyum komandi mikudag klokkan 17.
Frakland og Sveis eru fremst við 17 stigum hvør. Føroyar og Ísland hava 12 stig hvør. Luksemborg er næstaftast við fýra stigum, og Estland er aftast við tveimum stigum.
Ísland U21 - Frakland U21 1-1 (0-1)
0-1 Mathys Tel ('31 )
1-1 Daníel Tristan Guðjohnsen ('52 )
Sveis U21 - Luksemborg U21 5-0 (3-0)
1-0 Liam Chipperfield ('14)
2-0 Liam Chipperfield ('17)
3-0 Alessandro Vogt ('34)
4-0 Labinot Bajrami ('82)
5-0 Labinot Bajrami ('90)
Týsdagin klokkan 16 tekur Ísland móti Sveis á Eimskipsvøllinum í Reykjavík. Sama dag klokkan 17 tekur Estland móti Fraklandi í Pärnu.