U17-dreingjalandsliðið spældi fyrr í dag venjingardyst móti Andorra í samband við venjingarleguna, ið er í Spania í hesum døgum.
Andorra legði hart, og tá 15 minuttir vóru leiktir var liðið úr lítla fjallalandinum á odda 2-0.
Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat minkaði Pætur Højgaard um munin til 1-2, men nærri komu Føroyar ikki.
Venjingarlegan í Spania byrjaði týsdagin, og hon varir til mánadagin.
Kelda: FSF