info
Ongi úrslit

Nýtt graslíki á Dungasandi

Dagfinn Olsen
17. juli 2024 kl. 11:54

Í gjár handaði Føroya Møblasøla Sørvágs kommunu nýggja graslíkisvøllin á Dungasandi.

Arbeiðið at leggja vøllin á hevur gingið avbera væl. Byrjað varð hósmorgunin og longu í gjár, týsdag, var arbeiðið liðugt, og kl. 15:00 var vøllurin handaður kommununi. Ein fyritreyt fyri at leggja vøllin á er at tað skal vera turt, og veðrið hevur hepnast væl hesar dagarnar.

Longu tveir tímar seinni var besta liðið hjá 07 Vestur á vøllinum og vandi.

Graslíkið er frá Domo Sports Grass, tað er í hægstu góðsku og FIFA góðkent. Fyllan er umhvørvisvinarligt hágóðsku tundur. Gamla graslíkið var frá 2017, og nú varð tíðin búgvin at skifta tað út.

Alt økið kring Dungasand verður fríðkað, og nú er næstan komin á mál. Skýlið manglar tó enn at gerast liðugt, men tað verður væntandi seinni í ár. Fótbóltskappingin er í løtuni í summarfrí.

Næsti heimadystur verður sunnudagin 4. august, tá føroyameistararnir úr KÍ koma á vitjan.

Sørvágs kommuna ynskir 07 Vestur og øllum í kommununi góða eydnu við nýggja vøllinum, skrivar sorvag.fo.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Roykur rekur móti bygdini á Skála

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

Sanna áttati í dag

Fyrsta gull heiðursmerki í 35 ár

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tað eru pengar at spara við at búgva í Eiðis kommunu

5 minuttir síðan
Tíðindi

Bjarni vil hava svar um skatt av vinningi frá húsasølu

56 minuttir síðan
Tíðindi

Reyði Kross­ur let­ur nýggj­an og størri endur­nýtslu­handil upp í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjórin á Sjónámi

2 tímar síðan
Tíðindi

Biskupur við nýggjari bók

3 tímar síðan
Tíðindi

Leki avdúkar ógvuslig russisk mannfall í Ukraina

3 tímar síðan
Tíðindi

Tekningin hjá Vón prýðir jólakortið

4 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í oktober

4 tímar síðan
Tíðindi

Marius hevur fingið starv sum møbilsnikkari

5 tímar síðan
Tíðindi

Foreldur fáa lættari atgongd til Kervi+ við Samleikanum

5 tímar síðan
Tíðindi

Ruth Vang spyr um boð í húsasølum

5 tímar síðan