info
Ongi úrslit

OL, statslán, lesandi og føroyskur avgerðarrættur í samgonguskjalinum

Danska stjórnin fer at arbeiða fyri føroyskum limaskapi í IOC, er sinnað at kanna møguleikan fyri einum statsláni til Suðuroyartunnilin, vil tryggja betri rættindi til føroysk lesandi í Danmark, og staðfestir, at avgerðir um Føroyar skulu takast í Føroyum.

Eirikur Lindenskov
2. juni 2026 kl. 17:15

Tíðindaskriv:

Hetta eru nøkur av fingramerkjunum, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur fingið við í nýggja danska samgonguskjalið.

“Leingi er tað, ið væl skal vera”, verður ofta sagt. Nú nýggj stjórn er skipað í Danmark, hava vit í Sambandsflokkinum á Fólkatingi fingið fleiri týðandi føroysk mál við í samgonguskjalið.

Eitt nú fer danska stjórnin at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu fáa limaskap í IOC, soleiðis at okkara fremstu ítróttafólk framyvir kunnu luttaka undir Merkinum á Olympisku Leikunum. Samstundis verður arbeitt við at broyta Helsingforsavtaluna, so Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Harumframt er danska stjórnin sinnað at kanna, hvussu Suðuroyartunnilin kann fíggjast á bíligasta hátt og virka fyri møguleikanum fyri einum statsláni, um ynski er um hetta í Føroyum. Tað kann gerast eitt týðandi stig fyri at fremja verkætlanina, og áður hava útrokningar víst, at Føroyar kunnu spara útvið 800 mió. kr. við hesi loysnini.

Í samgonguskjalinum verður eisini staðfest, at “i internationale forhold skal intet besluttes om Færøerne uden Færøerne”. Hetta var eisini ein týðandi partur av útspælinum hjá okkum í Sambandflokkinum, “Nýtt Samband”, og hevur tí verið eitt høvuðsmál at fáa við. Tað hevur alstóran týdning, at Føroyar hava avgerðarrætt í málum, sum snúgva seg um Føroyar. Harumframt verður arbeitt við at knýta Føroyar upp í nýggja sjókaðalin millum Grønland og Danmark.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur eisini, saman við MFS, arbeitt fyri betri rættindi hjá føroyskum lesandi í Danmark. Í dag hava norðurlendsk lesandi millum annað rætt til orðabøkur á sínum móðurmáli, tá tey skulu upp í roynd. Føroysk lesandi hava ikki havt somu rættindi. Hetta skal nú broytast, so at føroysk lesandi verða javnsett við onnur norðurlendsk lesandi.

Eg eri glað fyri mongu úrslitini. Hetta er tó ‘einans’ samgonguskjalið, og tí gleði eg meg at arbeiða  fyri at tryggja, at málini verða framd í verki. Eg setti mær fyri at fáa mál við, sum hava týdning fyri okkum, fyri samgonguna í Føroyum og fyri Føroyar sum heild. Eg fari konstruktivt til verka saman við nýggju stjórnini í Danmark.

Alt samgonguskjalið kann lesast her, og parturin um Føroyar er á síðu 66-67.

 

Anna Falkenberg,

Fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

7 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

4 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

5 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

5 tímar síðan
Tíðindi

Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund

6 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað

6 tímar síðan
Tíðindi

Grøn orka loysir seg

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

6 tímar síðan
Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

7 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

7 tímar síðan
Tíðindi

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

7 tímar síðan
Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

8 tímar síðan