info
Ongi úrslit

Orkusparandi - uttan trupulleikar við fukti og blámusoppi

Hvussu byggja vit eini nútímans og vælbjálvaði hús - uttan fukttrupulleikar og blámusopp? Tað eru spurningar, sum skulu svarast á orkukvøldi í Norðurlandahúsinum næsta mikukvøld.

Vilmund Jacobsen
24. apríl 2019 kl. 10:17
Eitt forvitnisligt orkukvøld - tiltak um orkusparing - verður í Høllini í Norðurlandahúsinum mikudagin 24. apríl klokkan 19, og væntandi varir tiltakið til umleið klokkan 21.30. Hetta er eitt ókeypis kvøld men neyðugt er við tilmelding, sum kann gerast um heimasíðuna www.nlh.fo – Vit fara at hoyra um nútímans húsabygging, har dentur verður lagdur á orkubrúk og inniumhvørvið. Tá tosað verður um nútímans húsabygging er neyðugt við nýhugsan - nevniliga, hvussu byggja vit eini nútímans og vælbjálvaði hús og samstundis fáa eitt gott inniumhvørvi, uttan fukttrupulleikar og blámusopp. Ber til at sniðgeva eini slík hús, soleiðis at vit spara enn meiri orku? Á skránni á orkukvøldinum verða fýra áhugaverdar framløgur, har møguleiki er at seta spurningar millum framløgurnar. Framløgurnar fara at snúgva seg um nýbygging og umbygging, umframt hvørji krøv eru galdandi. – Haraftrat, sum nakað nýtt, fara vit at hyggja eftir veruligum dømum úr Føroyum, har tú og eg koma at síggja, hvar stóru upphæddirnar eru at spara, umframt hvat hetta merkir fyri inniumhvørvið, siga stigtakararnir, sum annars vísa til skránna fyri orkukvøldið, sum eisini kann lesast um heimasíðuna - www.nlh.fo Orkukvøldið er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Áhugabólkin "Grøn Orka - Bygningar og Framleiðsla". 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

14 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

16 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Oljan ein ógvuliga tungur postur fyri navigatørarnar

9 minuttir síðan
Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

17 minuttir síðan
Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

46 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

53 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

1 tími síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

3 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

4 tímar síðan