info
Ongi úrslit

P/F Borg hevði metgott úrslit í fjør

8,3 milliónir í yvirskoti fyri skatt. Tað var úrslitið hjá P/F Borg, sum um ársskiftið keypti øll partabrøvini í Havnar Timburhandli.

Eirikur Lindenskov
8. apríl 2019 kl. 21:57
Bruttovinningurin hjá P/F Borg sambært ársroknskapinum 2018 var 32,6 milliónir krónur í mun til 28,9 milliónir árið fyri. Starvsfólkakostnaðurin var slakar 20 milliónir í mun til 18,1 árið fyri. Eginogn felagsins er nú 31,2 milliónir krónur. Í roknskapinum fyri 2017 var hon 25,2 milliónir krónur. Tað verður ikki upplýst í roknskapinum, hvussu nógv felagið hevur goldið fyri partabrøvini í P/F Havnar Timburhandli. Men skuldin hjá felagnum er vaksin úr 48 milliónum krónum upp í 91 milliónir – ein vøkstur upp á 43 milliónir krónur. Eginpeningurin í P/F Havnar Timburhandli var við árslok 39 milliónir krónur. Felagið skrivar í ársfrásøgnini, at úrslitið eftir skatt var 8,3 milliónir krónur í mun til 7,3 milliónir krónur árið fyri. Felagið skrivar eisini, at sølan hjá konsernini í stóran mun er ávirkað av gongdini í føroyska búskapinum, serliga byggivinnuni. Leiðslan metir, at felagið framhaldandi fer at hava positiva gongd í 2019, og metir felagið, at tað fer at økja um virksemið, at felagið tekur yvir raksturin av Havnar Timburhandli. – Felagið hevur vónir um, at hetta fer at geva eitt positivt ískast til raksturin, skrivar felagið. Stjóri í P/F Borg er Rodmundur Nielsen Nevndarformaður er Lars Peter Nielsen, Skibby Nevndarlimir eru Óli Marnar Christiansen, Klaksvík og Rodmundur Nielsen, Glyvrar. Ársúrslitið hjá P/F Borg í fjør er tað besta í søgu felagsins. Úrslitini hjá P/F Borg síðan byrjan í 2005 hava verið hesi: Ár         krónur

2018:

8.303.000

2017:

7.269.000

2016:

4.649.000

2015:

2.140.000

2014:

2.460.000

2013:

126000

2012:

967000

2011:

-342000

2010:

-1.965.000

2009:

-3.942.000

2008:

-353000

2007:

515000

2006:

-786000


Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

32 minuttir síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir knógvaðu eitt stig á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Finska uttan­ríkis­ráð­frúan hitt­ir Rubio um krígg­ið í Ukraina

6 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um misnýtslu av vitlíkimyndum

7 tímar síðan
Tíðindi

Formula skal styrkja KT-trygdina hjá Sjúkrahúsverkinum

7 tímar síðan
Tíðindi

Gillian Anderson í Filmsfelagnum

7 tímar síðan
Fótbóltur

SV Ried reyk úr steypakappingini aftaná longda leiktíð

8 tímar síðan
Fótbóltur

Strømgodset tapti greitt fyri Molde í steypakappingini

9 tímar síðan
Tíðindi

Diplomatiskur brølari av Mette

9 tímar síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir taptu stórt á Hafnarfirði

9 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias legði upp til mál í 3-0 sigri hjá Västerås SK

10 tímar síðan
Fótbóltur

Hellas Verona tryggjaði sær sigurin móti dystarenda

10 tímar síðan