info
Ongi úrslit

Formula skal styrkja KT-trygdina hjá Sjúkrahúsverkinum

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt avtalu við Formula um at styrkja KT-trygdina og verja sínar KT-skipanir móti vaksandi talgildu hóttanunum. Avtalan er ein liður í arbeiðinum at tryggja støðugan og álítandi rakstur av teimum týdningarmiklu KT-skipanunum, sum føroyska heilsuverkið er bundið at.

Á myndini eru Bjarni Fríðberg, deildarleiðari á KT-deildini hjá Landssjúkrahúsinum og Eyðun Thorsvig, deildarleiðari á Tøkni- og rakstrarloysnir hjá Formula.
Eirikur Lindenskov
29. oktober 2026 kl. 00:26

KT-trygd hevur ongantíð verið týdningarmiklari enn í dag. Sjúkrahúsverkið er ein týðandi partur av føroyska samfelagnum, og álítandi KT-skipanir hava stóran týdning fyri samfelagið.

Við nýggju avtaluni skal Formula veita framkomnar trygdarloysnir, sum skulu styrkja verjuna móti KT-álopum og øðrum talgildum hóttanum. Loysnirnar gera tað møguligt at fylgja við virkseminum í KT-umhvørvinum alt samdøgri allar dagar á árinum, fyri at varnast illgrunasamt virksemi tíðliga og skjótt seta neyðug trygdarátøk í verk.

Fyribyrging, skjótari uppdaging og betri tilbúgving

Ein týðandi partur av avtaluni er at styrkja møguleikarnar hjá Sjúkrahúsverkinum at uppdaga, fyribyrgja og handfara trygdarhendingar. Við at savna og greina upplýsingar úr KT-skipanum og netverki fæst eitt betri yvirlit yvir trygdarstøðuna. Hetta ger tað møguligt at eyðmerkja hóttanir og gera neyðug átøk, áðrenn tær menna seg til álvarsligar hendingar.

Samstarvið fevnir millum annað um framkomnar trygdartænastur innan MDR, NDR og Next Generation-SIEM, sum saman skulu skapa eina sterkari og meira samanhangandi verju av KT-umhvørvinum hjá Sjúkrahúsverkinum.

KT-trygd snýr seg um at halda virkseminum koyrandi

Endamálið við samstarvinum er ikki einans at verja KT-skipanir, men eisini at stuðla undir, at Sjúkrahúsverkið kann halda fram við sínum týdningarmikla arbeiði, hóast talgildar hóttanir gerast alsamt meira framkomnar.

Við avtaluni tekur Sjúkrahúsverkið enn eitt stig í arbeiðinum at styrkja KT-trygdina og tryggja eitt haldgott undirstøðukervi undir føroyska heilsuverkinum.

Formula fegnast um álitið og sær fram til samstarvið við Sjúkrahúsverkið um at styrkja KT-trygdina í føroyska heilsuverkinum. 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Spyr um misnýtslu av vitlíkimyndum

46 minuttir síðan
Tíðindi

Gillian Anderson í Filmsfelagnum

1 tími síðan
Fótbóltur

SV Ried reyk úr steypakappingini aftaná longda leiktíð

1 tími síðan
Fótbóltur

Strømgodset tapti greitt fyri Molde í steypakappingini

2 tímar síðan
Tíðindi

Diplomatiskur brølari av Mette Frederiksen

2 tímar síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir taptu stórt á Hafnarfirði

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias legði upp til mál í 3-0 sigri hjá Västerås SK

3 tímar síðan
Fótbóltur

Hellas Verona tryggjaði sær sigurin móti dystarenda

3 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann toppdystin - Greiðir sigrar til VÍF og EB

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava rund­koyr­ing til nýggja býl­ing­in á Strondum

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Avgerðin er í okkara hondum

6 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum sett dám á fundin

7 tímar síðan