info
Ongi úrslit

Strømgodset tapti greitt fyri Molde í steypakappingini

Mattias H. Lamhauge kom á vøllin í seinna hálvleiki

Mynd: dt.no
Heri Á. Simonsen
28. oktober 2026 kl. 23:05

Liðið hjá Mattiasi H. Lamhauge, Strømsgodset spældi í kvøld dyst á útivølli í norsku steypakappingini móti Molde, ið spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini.

Molde hevði eina sera stóra favorittstøðu undan dystinum, og teir livdu eisini upp til hana við at vinna 4-1 á Strømsgodset, ið er næstfremst í næstbestu deildini.

Simo Lampinen-Skaug vardi málið hjá Strømsgodset fyrsta tíman av dystinum, men mátti síðani skaddur av vøllinum, og tí mátti Mattias verja málið seinasta hálva tíman. Tá Mattias kom á vøllin var støðan 2-1 til heimaliðið. Heimaliðið økti til 3-1 í 89. minutti, og aftur til 4-1 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

Strømsgodset má nú fokusera upp á at halda annað plássið í næstbestu deildini, ið gevur teimum beinleiðis uppflyting til bestu deildina.

Haugesund er fremst í deildini við 62 stigum, Strømsgodset hevur 60 stig á øðrum plássinum. Kongsvinger hevur 59 stig á triðja plássinum, og Stabæk hevur 55 stig á fjórða plássinum.

Megnar Strømsgodset ikki at enda millum tvey tey ovastu liðini, so mugu teir spæla Play Off dystir um uppflyting.

Í næstseinasta umfarinum hevur Strømsgodset dyst á heimavølli komandi sunnudag klokkan 16 móti Moss. Strømsgodset spælir dyst á útivølli í seinasta umfarinum móti Stabæk, sunnudagin 8. november klokkan 12.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

SV Ried reyk úr steypakappingini aftaná longda leiktíð

28 minuttir síðan
Tíðindi

Diplomatiskur brølari av Mette Frederiksen

1 tími síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir taptu stórt á Hafnarfirði

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias legði upp til mál í 3-0 sigri hjá Västerås SK

1 tími síðan
Fótbóltur

Hellas Verona tryggjaði sær sigurin móti dystarenda

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann toppdystin - Greiðir sigrar til VÍF og EB

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava rund­koyr­ing til nýggja býl­ing­in á Strondum

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Avgerðin er í okkara hondum

5 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum sett dám á fundin

6 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Minst 68 deyð í tok­van­lukku í Spania

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvar skal Almannaøkið spara?

7 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian og liðfelagarnir snávaðu móti liði úr triðbestu deildini

8 tímar síðan