Í kvøld iðra landsliðsbakkurin, Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SV Ried seg um, at teir ikki vunnu seg víðari til fjórðingsfinaluna í eysturríksku steypakappingini.
Í áttandapartsfinaluni, ið var leikt í kvøld á Raiffeisen Arena leikvøllinum í Linz tapti Ried 4-5 fyri LASK Linz aftaná longda leiktíð.
Í vanligu leiktíðini var Ried á odda bæði 2-0 og 3-1, men teir megnaðu ikki at halda leiðsluna.
Yusuf Maart fekk Ried á sigurskós sjey minuttir undan steðginum. Longu í øðrum minutti í seinna hálvleiki økti Dejan Radonjic til støðuna 2-0 til Ried. Bert fýra minuttir seinni minkaði LASK um munin. Yusuf Maart økti til støðuna 3-1 til Ried í 76. minutti. Men átta minuttir seinni minkaði heimaliðið um munin til 2-3, og tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði LASK til 3-3, og so var neyðugt við longdari leiktíð.
LASK skoraði til bæði 4-3 og til 5-3 áðrenn Philipp Pomer beint undan seinasta bríksli minkaði um munin til 5-4 til LASK.
Leygardagin klokkan 16 hevur SV Ried aftur dyst á útivølli, hesaferð í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini, tá Altach tekur ímóti á Cashpoint-Arena leikvøllinum.