Bjørt Lind, løgtingskvinna, hevur sett Beinir Johannesen, løgmanni, skrivligan fyrispurning um misbrúk av myndum og øðrum tilfari við vitlíki.
Hon spyr, hvør rættarstøðan er, tá myndir av børnum, ungum ella vaksnum verða gjørdar ella broyttar við vitlíki, so tey verða sett í eina kynsliga ella aðra ærumeiðandi støðu. Hon vil eisini vita, um lóggávan fevnir um kynsligt tilfar, har børnini á myndunum eru skapað við vitlíki og ikki eru veruligir persónar.
Í viðmerkingunum vísir Bjørt Lind á, at nýggja tøknin ger tað alsamt lættari at framleiða tilfar, sum sær veruligt út. Tilfarið kann vera álvarsligt fyri tann, sum verður avmyndaður, serliga um tað verður deilt víðari á netinum.
Bjørt Lind spyr harumframt, um løgmaður veit um dømi í Føroyum, har myndir ella annað tilfar av fólki eru gjørd ella broytt við vitlíki og misbrúkt á henda hátt.
Í juni segði løgmaður í svari til ein annan fyrispurning, at ætlanin var at kanna, um revsilógin er tíðarhóskandi, millum annað tá ið ræður um kynslig brotsverk og vitlíki. Nú biður Bjørt Lind hann greiða frá, hvussu tað arbeiðið gongur, og nær eitt møguligt lógaruppskot kann verða lagt fyri Løgtingið.