Finska uttanríkisráðfrúan, Elina Valtonen, skal í dag, hósdagin, hitta amerikanska starvsbróðurin, Marco Rubio, í Washington D.C.
Tað boðar finska uttanríkisráðið frá í einum tíðindaskrivi. Á skránni verður millum annað russiska kríggið í Ukraina og royndirnar at fáa frið í lag.
– Fundurin við amerikanska uttanríkisráðharran kemur væl við og gevur høvi til eina trúnaðarsamrøðu um royndirnar at tryggja frið í russiska álopskrígnum í Ukraina. Finnland stuðlar málinum hjá Ukraina um ein rættvísan og varandi frið, sigur Valtonen.
Týsdagin tosaðu finski forsetin, Alexander Stubb, og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Sambært finsku forsetaskrivstovuni var endamálið at bera Putin beinleiðis boð um komandi samráðingar, sum skulu hjálpa til at fáa enda á krígnum.
Samrøðan fekk blandaða móttøku millum sameindu londini. Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, fanst at Stubb og Støre fyri at fara sínar egnu leiðir.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, takkaði hinvegin fyri diplomatiska arbeiðið hjá norðurlendsku leiðarunum.
Mikudagin segði Støre við NRK, at USA ikki eigur at vera einasta røddin í samrøðunum við Russland. Tað er eisini týdningarmikið, at boð frá evropeiskum leiðarum røkka fram, segði hann.
Sambært Støre skuldi telefonsamrøðan vara í 20 minuttir, men hon vardi í hálvan annan tíma.
Amerikansku sendimenninir Steve Witkoff og Jared Kushner hava havt ein týðandi leiklut í samrøðunum við Russland um kríggið. Í síðstu viku hitti Witkoff Zelenskyj í Oslo, áðrenn hann fór til Sankta Pætursborg at hitta Putin.
Sambært finsku forsetaskrivstovuni skal telefonsamrøðan týsdagin slóða fyri komandi fundum í Abu Dhabi.
Í síðstu viku varð váttað, at samráðingarlið úr Ukraina, Russlandi og USA skulu hittast í Sameindu Arabisku Emiratunum í fyrru helvt av november.
Kelda: Ritzau