Polar Seafood Greenland hevur nú yvirtikið allan ognarskapin í Polar Seafood Denmark.
Felagið boðar frá, at allar neyðugar góðkenningar eru komnar upp á pláss, og at keypið av ognarpartinum hjá íslendska fiskivinnufelagnum Brim er avgreitt.
Keypsprísurin er 925 milliónir krónur.
Sambært Sermitsiaq keypti Brim í apríl 2023 helvtina av partabrøvunum í Polar Seafood Denmark fyri 625 milliónir krónur. Nú er hesin ognarparturin aftur á grønlendskum hondum.
Bent Salling, stjóri í Polar Seafood Greenland, sigur, at tað leingi hevur verið ein ætlan at savna ognarskapin í danska felagnum í Grønlandi.
Sambært honum gevur broytingin ein einfaldari eigarabygnað og styttri leið frá avgerð til handling.
Leiðslan heldur eisini, at samlaði ognarskapurin gevur eitt sterkari grundarlag fyri langtíðaríløgum í Grønlandi.
Miki Brøns, sum eisini er stjóri í felagnum, vísir á, at handilin skal styrkja møguleikarnar at vera ein støðugur samstarvsfelagi hjá fiskimonnum, starvsfólkum og lokalsamfeløgum.
Kelda: Sermitsiaq