Ein dystur var leiktur í Burn Mansdeildini í kvøld.
Í KÍ-høllini í Klaksvík vann KÍ 28-22 á Team Klaksvík. Í steðginum var Neistin á odda 15-10.
Við 10 málum var Páll Müller toppskjútti hjá Team Klaksvík. Lýðar í Dímun var við átta málum toppskjútti hjá Neistanum.
Neistin hevur fýra stig aftaná tveir dystir. Team Klaksvík hevur enn fyrsta stigið til góðar.
Ígjár vann KÍF 35-24 á EB í høllini í Kollafirði. Í morgin klokkan 16 spæla H71 og StÍF í Hoyvíkshøllini.