info
Ongi úrslit

Holstebro hevur bert megnað eitt stig í fýra teimum seinastu dystunum

Heri Á. Simonsen
54 minuttir síðan

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro leiktu í dag dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Skjern.

Frammanfyri 2.182 áskoðarum í Gråkjær Arena tapti Holstebro 27-29 fyri Skjern. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14.

Teis tók sum vant síni tøk í verjuni. Í hinum endanum av vøllinum fekk hann ein málmøguleika, og hann setti hann í netið.

Liðfelagarnir hjá Teis brendu ov illa í seinna hálvleiki, har Svend Rughave í Skjern-málinum bleiv ein sonn marra hjá teimum.

Holstebro hevur bert megnað eitt stig í fýra teimum seinastu dystunum, og eru teir nummar 10 í deildini við trimum stigum.

Fríggjakvøldið vann liðið hjá Magnusi Árasyni, Mors-Thy í høllini í Thy 34-30 á Skive. Í steðginum var Skive á odda 15-12.

Mors-Thy hevur fýra stig fyri fimm dystir.

Í morgin klokkan 15 spæla Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG dyst á útivølli móti Sønderjyske. Somu klokkutíð hava Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus dyst á heimavølli móti Kolding.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

16 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Annar ítróttur

Víkingarnir smokkaðu heilt saman

5 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Her er besta málið hjá Geza nakrantíð

24 minuttir síðan
Tíðindi

Fimti hvør ungur kemur ikki aftur

57 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Undirtippaða Västerås bankaði AIK Stockholm á Strawberry Arena

1 tími síðan
Tíðindi

Illgruni um sabotasju eftir tokvanlukku í Fraklandi

1 tími síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona reyk úr steypakappingini aftaná brotskastskapping

2 tímar síðan
Tíðindi

"Grøni" maðurin fer at gera fleiri gøtur

2 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru hevur vunnið seg í hálvfinaluna í svensku steypakappingini

2 tímar síðan
Tíðindi

Kann gera Føroyar til land við ongum útláti

3 tímar síðan
Fótbóltur

Geza skoraði framúr vakurt langskotsmál fyri Grimsby Town

3 tímar síðan
Tíðindi

76 staðfest deyð í eldi og royki

3 tímar síðan
Tíðindi

Fiskivinnufeløg krevja grønlendskar kvotur bodnar út av nýggjum

3 tímar síðan