Mattias Hellisdal og liðfelagarnir í Västerås framdu nakað av einum bragdi í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan í dag.
Mattias var á vøllinum í 63 minuttir í dag, tá Västerås á útivølli frammanfyri nærum 30.000 áskoðarum á Strawberry Arena í Solna uttanfyri Stokkhólm bankaði heimaliðið 4-1.
Johan Hove legði greiðu favorittarnar, AIK á odda við einum brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Brotssparkið var dømt ímóti Mattiasi, ið dómarin metti nart bóltin við hondini inni í brotsteiginum.
Men so komu 18 gyltir minuttir hjá Västerås. Tríggjar minuttir áðrenn Mattias var skiftur út javnaði Jens Magnusson til 1-1. Í 69. minutti legði Mamadou Diagne Västerås á odda 2-1, og tveir minuttir seinni økti Ismet Lushaku til 3-1. Klokkan vísti 78 minuttir, tá Abdelrahman Boudah staðfesti sigurin hjá Västerås.
Fyri leikliga avrikið fær Mattias karakterin: 7,2 (av 10 møguligum) frá Sofascore. Soccerstand eru ikki samdir. Teir geva Mattiasi karakterin: 5,9.
Västerås er nummar seks í deildini við 32 stigum, ið má sigast at vera flott av einum uppflytara.
Komandi leygardag klokkan 14 fær Västerås vitjan av Malmö FF, ið hevur tvey stig færri enn Västerås.