Føroyingauppgerð var í týsku Bundesliguni í kvøld.
Í Merkur Ostseehalle, ið heimavøllurin hjá THW Kiel verður nevndur nú tóku Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagar hansara móti Vilhelmi Poulsen og liðfeløgum hansara í Hannover-Burgdorf.
Kiel vann dystin 29-26. Í steðginum var Hannover Burgdorf á odda 12-11.
Elias skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir. Vilhelm skoraði trý mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál. Vilhelm var eisini noteraður fyri eitt "steal", har hann vann bóltin í einari álopsstøðu hjá Kiel.
Vilhelm var á vøllinum í 34 og ein hálvan minutt, meðan Elias var á vøllinum í 13 og ein fjórðings minutt, sambært hagtølunum.
Kiel hevur fullan pott, átta stig fyri fýra dystir. Hannover-Burgdorf hevur fimm stig fyri fýra dystir.
Í morgin klokkan 17 taka Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti Gummersbach í Max Schmelling høllini í Berlin.