info
Ongi úrslit

Próvtøkusnýt stað­fest í fleiri fólkaskúlum

Næmingar í minst fimm fólkaskúlum kring landið eru tiknir fyri at hava brotið reglurnar undir skrivligum próvtøkum í farnu viku.

Eirikur Lindenskov
1. juni 2026 kl. 10:10

Tað skrivar Frihedsbrevet.

Sambært miðlinum hava næmingar havt atgongd til heimasíður og talgildar tænastur, sum ikki eru loyvdar undir próvtøku. Millum annað skal talan hava verið um sosialar miðlar, vitlíki og samskiftispallin Microsoft Teams.

Keldur hjá Frihedsbrevet siga, at Teams eisini skal hava verið brúkt til samskifti millum næmingar – ikki bara í sama skúla, men eisini millum næmingar í ymiskum skúlum.

Eyðun Gaard, stjóri á Próvstovuni, váttar fyri Frihedsbrevet, at Próvstovan hevur fingið fráboðan um hendingarnar.

– Tað er ov tíðliga hjá okkum at staðfesta, um talan er um snýt ella ikki. Fólkaskúlarnir arbeiða í ár við opnum neti, eisini undir próvtøku, men næmingarnir skulu sjálvsagt halda seg til nakrar skilhaldsreglur undir próvtøkuni, sigur hann.

Málið varð sambært Frihedsbrevet avdúkað, tá starvsfólk í einum skúla eftir eina próvtøku kannaðu teldurnar hjá næmingunum og varnaðust, at óviðkomandi heimasíður og tænastur vóru brúktar.

Nærri kanningar vístu sambært miðlinum, at næmingar úr í minsta lagi fýra øðrum skúlum eisini høvdu verið partur av samskiftinum.

Allir viðkomandi skúlarnir eru knýttir at Skúlaneti, sum er felags kt-skipanin hjá føroyska skúlaverkinum.

Sambært Frihedsbrevet er tað Nema, ið umsitur netið og sum hevur ábyrgd av trygdini og at avmarka atgongdina til óviðkomandi talgilt tilfar.

Men tað er ikki rætt sambært Nema.

– Nema hevur fingið boð frá Gjaldstovuni um, at netini hjá Fólkaskúlanum skulu vera opin undir próvtøkum, meðan netini hjá miðnámsskúlum skulu vera stongd, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema við in.fo.

Sambært Frihedsbrevet eru foreldur, Próvstovan, skúlastjórar og flokslærarar kunnað um málið.

Avleiðingin fyri næmingarnar, sum eru tiknir í at hava brúkt ólógligt tilfar ella tænastur undir próvtøku, verður sambært miðlinum, at teir skulu upp til endurpróvtøku.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

13 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

3 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

5 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

6 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

6 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

7 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

7 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

8 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

8 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

9 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

9 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

10 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

10 tímar síðan