info
Ongi úrslit

Putin ótolnast: - Tú fært ein mánað aftrat!

- Vladimir Putin krevur, at verjumálaráðharri landsins vendir gongdini og syrgir fyri, at russiski herurin ger munandi framtøk í krígnum í Ukraina, veit Institute for the Study of War at siga.

Vilmund Jacobsen
27. september 2023 kl. 23:26

Russiska krígsførslan í Ukraina hevur ikki gingið heilt, sum forseti landsins, Vladimir Putin, hevði ætlað, og nú ukrainski herurin ger framtøk, er forsetin eftir øllum at døma við at missa tolið við verjumálaráðharra sínum, Sergej Sjojgu.

Ukrainska framtøkan á hermótinum hevur elvt til atfinningar móti Sergej Sjojgu og russiska verjumálaráðnum.

Verjumálaráðharrin verður eisini lagdur undir at royna at dylja veruligu støðuna á hermótinum, har Russland missir landaøkir aftur til Ukraina, eins og Ukraina hevur framt fleiri álop á herskip og støðir hjá russiska svartahavsflotanum.

Amerikanska greiningarfyritøkan, Institute for the Study of War, stytt ISW, endurgevur eina keldu, sum sigur, at Vladimir Putin hevur sett verjumálaráðharranum eini kravboð. Forsetin krevur, at Russland skal gera munandi framtøk í krígnum í Ukraina.

- Vladimir Putin krevur, at verjumálaráðharrin vendir gongdini og syrgir fyri, at russiski herurin ger munandi framtøk beinanvegin.

Sambært ISW er eitt av krøvunum til Sergej Sjojgu, sum her á myndini omanfyri stendur saman við russiska forsetanum, at verjumálaráðharrin eisini byrjar nýggj álop á ein "størri ukrainskan bý".

Myndin er ikki tøk

- Um hetta er rætt, sum Institute for the Study of War er komið eftir, bendir ymiskt á, at russiski forsetin leitar eftir einari orsøk til at sleppa sær av við verjumálaráðharran. Men, russiski forsetin kann ikki leiða russisku átøkini í Ukraina sjálvur.

Norski granskarin, Tor Bukkvoll, sum starvast við Forsvarets Forskningsinstitut, heldur tað ikki vera serliga sannlíkt, at russiski herurin í løtuni megnar nakað stórálop móti nøkrum størri ukrainskum býi eftir so stuttari tíð.

- Russar eru í verjustøðu. Teir hava savnað herdeildir í Luhansk-landslutinum, og har hava teir roynt at lopið á býin, Kupjansk. Hetta er teirra einasti møguleiki, og hetta hava teir roynt í langa tið - uttan, at tað hevur eydnast at taka býin, sigur Tor Bukkvoll.

Sambært greiningarfyritøkuni, Institute for the Study of War, er upprunaliga freistin, sum Vladimir Putin setti verjumálaráðharra sínum, Sergej Sjojgu, við at renna út. 

ISW vísir eisini til keldur í Kreml, sum hava sagt, at freistin hjá russiska forsetanum til verjumálaráðharran at røkka munandi framtøkum í Ukraina er galdandi til byrjanina av oktober - ella í eina ella tvær vikur aftrat.

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

31 minuttir síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

1 tími síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

1 tími síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

1 tími síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

3 tímar síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer nú at klippa nummarplátur av 629 bilum

5 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: 470 sessir skulu býtast í Kongressini

6 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til EB/Streym

6 tímar síðan