info
Ongi úrslit

Ragnar frændi fyllir 80

Ragnar er lítillátin maður, sum vanliga hevur staðið aftan fyri leiktjøldini, og tað hevur hóvað honum væl

berghamar.com
10. desember 2024 kl. 19:39

Týsdagin 10. desember fyllir Ragnar C. Joensen 80 ár. Ragnar er havnarmaður, vaksin upp í vesturbýnum, og vit eru systkinabørn í faðirætt. Vit vóru næstu grannar uppi í Dalatúni, og tí vóru vit nógv saman á dreingjaárum, hóast trý ár vóru okkara millum. Hetta førdi til vinalag og samband, sum hevur vart til dagin í dag.
Pápar okkara, Sigurd og Conrad, vóru góðir brøður. Teir arbeiddu í hvør sínum oljufelag, Esso og Shell, vóru kappingarneytar, uttan at tað tó merktist í gerandisdegnum. Ikki sørt bráðir og framfýsnir, men eymir og vinsælir um somu tíð. Teir vóru við í Føroyska Bíbliugrunninum, sum gav út fyrstu føroysku bíbliuna við umseting Victor Danielsen. Hetta merkti eisini barnaheim okkara, har kærleikin til orð Guds og móðurmálið gekk hond í hond.
Ragnar er útbúgvin radiomekanikari men hansara lívsuppgáva kom at vera  at framleiða sjónvarpssendingar, har hann var við til at bróta slóð fyri eini nýggjari tíð við almennum sjónvarpi í Føroyum. Ragnar gjørdist fyrsti tekniski leiðari í Sjónvarp Føroya, og arbeiddi sostatt undir liðini á fyrsta sjónvarpsstjóranum, Asbjørn Skaale, tá ið fyrstu sendingarnar hjá Sjónvarpi Føroya vórðu til í 1984. Ein lítil stovnur, har senditíðin var stutt, men rættiliga nógvar áhugaverdar sendingar vórðu gjørdar, sum í dag eru siðsøguligar.
Kristiligar sjónvarpssendingar lógu hansara hjarta nær, og hann var mangan drívmegin í hesum. Eitt nú var Ragnar sama ár, sum almenna sjónvarpið byrjaði, í Keypmannahavn og gjørdi sending um Kristnastovu saman við Samulinu Hansen, blaðkvinnu.
Nógv persónlig minni knýta okkum saman, bæði úr heiminum á Dalavegnum, samkomuni í Ebenezer og ymsum tiltøkum í samkomuhøpi. Ferðin til Íslands í 1963 við kórinum Sangvitnisflokkinum saman við Zacharias Zachariassen, Ingálvi av Reyni og Peturi Háberg stendur enn klárt í huganum sum ein serstøk uppliving hjá okkum, sum við vóru.
Ragnar er lítillátin maður, sum vanliga hevur staðið aftan fyri leiktjøldini, og tað hevur hóvað honum væl. Tó hevur hann havt ein virknan leiklut í mongum. Dygd og trúfesti hava verið eyðkenni fyri føðingardagsbarnið og hava skapt virðing millum teirra, sum kenna hann.
Í meiri enn hálva øld hevur Svanhild staðið undir lið Ragnars. Hjúnini hava havt eitt gott og gestablítt heim uppi í Tjarnarlág. Børnini eru Malan, Tórun, Leivur og Bárður. Barnabørnini eru 10 í tali og eru gleði teirra, nú árini eru komin.
Góði Ragnar! Hjartaliga til lukku við runda degnum, og takk fyri mangar ríkar løtur í tí farna. Mátti ljós og signing Immanuels, sum vit syngja um hesa ársins tíð, lýst yvir teg og øll tíni við.

Øssur

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Norsk sjóverja og donsk tyrla venja saman við Føroyar

1 tími síðan
Tíðindi

Magdalena Andersson gevst við royndini at skipa stjórn

1 tími síðan
Tíðindi

Hvat stóð í Sosialinum tann dagin, tú varð føddur?

1 tími síðan
Tíðindi

Ukraina og Noreg tosa um verjusamstarv

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava borgararnar at vísa á vandamikil vegamót í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í grasi við røktarheim í Runavík

3 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir tiknir fyri at koyra ov skjótt í Leirvík

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Seinastu 15 minuttirnir av býráðsfundinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan ávarar um følsk SMS frá „TAKS“

4 tímar síðan
Tíðindi

Burnham vil hava fólkaatkvøðu, skal Bretland aftur í ES

5 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyska U19-landsliðið er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

5 tímar síðan
Tíðindi

Suðurkorea sendi stríðs­flog­før eft­ir russ­iskum flogførum

8 tímar síðan