Beint fyri klokkan níggju fekk løgreglan boð um eld á ellis- og røktarheiminum í Runavík. Tá ið komið varð á staðið, vísti tað seg, at tað brann í turrum grasi uttan fyri bygningin. Sambært løgregluni var eitt neyðstreymaggregat vorðið ov heitt og hevði fest í grasið. Umstøðurnar kring aggregatið verða lagaðar, so tað ikki endurtekur seg.
Kom sjálvur oman av fjallinum
Í Húsavík gjørdust fólk stúrin um ein mann, eftir at tey høvdu sæð bilin hjá honum standa í bygdini og hildu, at hann hevði verið í fjøllunum í tveir dagar. Løgreglan setti leiting í verk. Hon varð avblást klokkan 16.30, tá ið maðurin sjálvur kom gangandi oman av fjallinum. Hann hevði verið burtur styttri enn hildið og hevði onga telefon við sær.
Sóknast eftir vitnum til herverk
Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð nakað í sambandi við herverk á tveir bilar í Havn. Annar bilurin stóð í Havnargøtu frá leygardegnum klokkan 18 til sunnukvøldið klokkan 21. Skaði var á høgru forhurð og á forsetrinum. Hin bilurin stóð í Janusargøtu, har bakrúturin varð brotin.
Við Norðskála varð aktingarmaðurin kunnaður, eftir at fólk høvdu havt ampa av leysum hundum. Í Klaksvík fekk løgreglan boð um, at nakrir ungir dreingir høvdu blakað steinar á eina átekju. Teir vóru farnir, tá ið patruljan kom.
Í Havn vakti løgreglan ein ávirkaðan mann, sum lá og svav í einum handli. Maðurin fór víðari til gongu. Ein tíma seinni fekk løgreglan eina nýggja fráboðan um hann úr Steinatúni. Tá ið patruljan kom, sat hann einsamallur í friði og fekk loyvi at sita víðari.