Ukrainski verjumálaráðharrin, Jevhenij Khmara, er í Noregi.
Tað veit norska stjórnin at siga í morgun, og tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur.
Meðan Jevhenij Khmara er í Noregi, fer hann eitt nú at hava fund við norska verjumálaráðharran, Tore O. Sandvik.
Ukrainski verjumálaráðharrin hevur seinastu vikuna vitjað í fleiri evropeiskum londum, har verjusamstarv hevur verið ovast á breddanum.
Sunnudagin vitjaði hann í Svøríki, har næstu stigini í samband við at fáa svensku Jas Gripen-stríðsflogførini til Ukraina vórðu umrødd.