Um Bretland einaferð skal gerast limur í ES aftur, skulu bretar fyrst sleppa at atkvøða um tað. Tað segði bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, í tinginum mánadagin.
Spurdur, um tað var óhugsandi at føra Bretland aftur í ES uttan eina fólkaatkvøðu, svaraði hann:
– Ja, tað hevði verið óhugsandi.
Burnham, sum er leiðari í Labour, hevur seinastu vikurnar luftað møguleikan fyri, at Bretland aftur kann søkja um limaskap í ES. Tað hevur fingið fyrrverandi konservativu forsætisráðharrarnar Rishi Sunak, Theresa May, David Cameron og Boris Johnson at heita á hann um at lata gamla brexit-stríðið liggja.
Bretar atkvøddu í 2016 við teprum meiriluta fyri at fara úr ES. Sambært Burnham er vandi fyri, at Bretland verður sitandi við avtalum, ið ikki røkka til, um landið letur vera við at tosa um brexit.
Nýggjar avtalur við ES
Bretland og ES hava nýliga undirskrivað avtalur í Brússel, sum skulu lætta um handilin og gera tað lættari hjá ungum at fara millum Bretland og ES. Bretska stjórnin væntar, at avtalurnar við tíðini fara at geva bretska búskapinum fleiri milliardir pund, lætta um livikostnaðin og geva ungum fleiri møguleikar.
Burnham hevur áður sagt, at hann fegin vil síggja Bretland gerast lim í ES aftur í síni livitíð. Stjórnin hevur tó onga formliga støðu tikið til nýggjan limaskap. Sjálvur sigur Burnham, at hann fer at styðja tað, sum tænir bretskum áhugamálum.
Fleiri tingfólk hjá Labour vilja hava flokkin at taka ES-limaskap við í næstu valskránna. Flokkurin er býttur í spurninginum.
Ritzau/AFP