Suðurkoreanski herurin sendi tíðliga týsmorgunin stríðsflogfør á flog, eftir at fleiri russisk hernaðarflogfør eina stutta løtu vóru í loftverndarøkinum hjá Suðurkorea. Tað upplýsir herleiðslan sambært Reuters.
Herurin fylgdi russisku flogførunum, longu tá tey nærkaðust økinum. Sambært herleiðsluni gjørdu suðurkoreansku stríðsflogførini taktiskar rørslur í luftini.
Loftverndarøkið, sum nevnist KADIZ, er eitt øki, har Suðurkorea av trygdarávum fylgir við flogførum, ið nærkast landinum. Økið røkkur út um suðurkoreanska loftrúmið, sum russisku flogførini sambært herleiðsluni ikki fóru inn í.
Tá russisku flogførini nærkaðust oynni Ulleung út fyri eysturstrondina, bóðu myndugleikarnir íbúgvarnar leita sær skjól innandura ella í undirjarðarskýlum, skrivar AFP. Ávaringin varð tikin aftur tríggjar minuttir seinni.
Suðurkoreanska verjumálaráðið hevur boðað frá, at tað fer at kalla russiska verjuattachéin inn til samrøðu fyri at lýsa sína ónøgd við hendingina.
Eisini fyri einari viku síðani sendi Suðurkorea stríðsflogfør á flog, eftir at flogfør, sum hildin vórðu at vera russisk, komu inn í loftverndarøkið.
Kelda: Ritzau, Reuters og AFP.