Hósdagin 26. november klokkan 16 skipar Tórshavnar kommuna fyri almennum borgarafundi í Reinsarínum um ábæra ferðslu.
Eftir nakrar framløgur verður arbeitt í bólkum, har borgararnir fáa høvi at vísa á vandamikil vegamót og ótryggar farleiðir á kortum.
Síðani verða nøkur av støðunum vald út, og luttakararnir skulu koma við uppskotum um, hvussu ferðsluviðurskiftini kunnu betrast.
Áhugafelagið Ábær ferðsla og Súkklufelagið hjálpa til við arbeiðinum.
Elsa Berg, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, og Óluva Zachariasen verður fundarstjóri.