Tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt á Høvdavegnum í Leirvík um sekstíðina í gjárkvøldið. Tann fyrsti varð mátaður til 81 kilometrar um tíman. Hinir báðir koyrdu ávikavist 75 og 74 og fingu báðir klipp í koyrikortið.
Beint fyri klokkan 21 fekk ein bilførari eisini klipp á sama stað fyri at brúka fartelefon undir koyring.
Fyrr um dagin fór ein bilur út av vegnum við Hov. Sambært løgregluni varð bilførarin blendaður av sólini og kom ov nær vegjaðaranum. Eingin fólkaskaði ella skaði á bilin stóðst av óhappinum.
Klokkan 21.30 varð ein seyður ákoyrdur á Eiðisvegnum við Svínáir. Seyðurin doyði.
Fýra hjólbóltar manglaðu
Ein bilførari ringdi til løgregluna, eftir at bilurin hevði verið løgin at koyra. Tá ið hugt varð at bilinum, vísti tað seg, at fýra bóltar manglaðu á einum hjóli.
Dekkini vórðu skift 18. november, og løgreglan hevur ikki staðfest, at nakar hevur loyst bóltarnar. Vaktleiðarin minnir fólk, sum hava skift hjól, á at eftirspenna hjólbóltarnar.