Fundurin byrjar við ófráboðaðum fyrispurningum, har tingfólk kunnu seta landsstýrisfólkum spurningar uttan at hava boðað frá teimum frammanundan.
Síðani kemur uppskotið hjá Jenisi av Rana og Steffani Klein Poulsen um aðrar ansingarloysnir til aðru viðgerð.
Uppskotið skal geva kommunum møguleika at lata stuðul til millum annað heimaansing og privata dagrøkt. Men ein samd Mentanarnevnd mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Nevndin vísir millum annað á ivamál um eftirlit, góðskutrygd, javnstøðu og fíggjarligu og sosialu avleiðingarnar fyri familjur.
5.000 krónur afturat í orkuískoyti
Á skránni er eisini uppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, um eitt nýtt umsóknarumfar til orkuískoyti.
Verður uppskotið samtykt, kunnu húski, sum lúka treytirnar, søkja um 5.000 krónur í orkuískoyti afturat í ár.
Øll skulu søkja av nýggjum, eisini tey, sum longu hava fingið stuðul í fyrra umsóknarumfarinum.
Skotið verður upp, at nýggja umsóknarfreistin verður 25. november.
Kanning fyri arvaligar sjúkur
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur lagt fram uppskot um berarakanningar fyri arvaligar ílegusjúkur.
Ætlanin er at geva fólki millum 18 og 45 ár og makum hjá berarum møguleika at kanna, um tey bera ávísar álvarsamar arvaligar sjúkur.
Tilboðið skal serliga fevna um sjúkur, sum hava høgan títtleika í Føroyum, eru deyðiligar og í høvuðsheitum ikki kunnu viðgerast.
Ætlanin er, at skipanin skal koma í gildi 1. apríl 2027.
Vil hava eftirføðingarklinikk
Hervør Pálsdóttir hevur vegna Tjóðveldi lagt fram uppskot um at kanna møguleikan fyri einari tvørfakligari eftirføðingarklinikk.
Endamálið er at geva kvinnum, sum hava kropsligar ella sálarligar trupulleikar eftir barnsburð, eitt meira samanhangandi tilboð, har fleiri fakbólkar kunnu samstarva um viðgerð og uppfylging.
Landsstýrið verður biðið um at kanna møguleikarnar og leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið.
Landsapotekaraembætið skal takast av
Eisini verður eitt uppskot um at taka landsapotekaraembætið av viðgjørt í dag.
Sambært uppskotinum skulu rakstraruppgávurnar flytast til Apoteksverkið, meðan eftirlitsuppgávurnar skulu leggjast til Heilsustýrið.
Endamálið er millum annað at skilja rakstur og eftirlit sundur.
Á skránni er eisini umrøða av skrivliga fyrispurninginum hjá Eiriki í Jákupsstovu um ferðing hjá lesandi og lærlingum.