info
Ongi úrslit

Sámal Petur í Grund stillar upp fyri Framsókn

Fyrrverandi formaður Sjálvstýrisfloksins, Sámal Petur í Grund, verður eitt av valevnunum hjá Framsókn til løgtingsvalið. Hesum boðar flokkurin frá í dag. Við Sosialin í dag sigur Sámal Petur í Grund, at hann hevur meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum fyri stuttum, men at hann hevur ikki tikið avgerð um, hvørt hann fer at atkvøða fyri Sjálvstýrisflokkinum. Men tann avgerðin er tikin nú, tí hann verður valevni fyri Framsókn. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sigur at leiðslan í Framsókn hevði fund í gjárkvøldi, og tá komu tvey valevni aftrat uppá valevnislistan. Tey eru Ruth Vang í Havn og Sámal Petur í Grund í Søldarfirði. Ruth Vang er rødd í 1966 og uppvaksin í Tórshavn, dóttir Ester og Petur Danielsen. Gift Dániali og saman eiga vit 3 børn: Ester (1989), Petur Kristinn (1993) og Hannu (1995) Eftir lokið studentsprógv í 1986, starvaðist eg eitt skifti á útlánsdeild Sjóvinnubankans. Eri útbúgvin ljósmóðir í 1992 á Danmarks Jordemoderskole í Keypmannahavn. Starvaðist sum ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum í 13 ár, har av 6 ár sum leiðari á Ljósmøðraskipanini. Starvaðist sum kredittráðgevi í Eik 2005 – 2011. Tók HD-prógv í roknskapi og fíggjarstýring í 2006. Lesi í løtuni cand.merc.aud. á Copenhagen Business School, samtíðis sum eg starvist sum ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum. Sámal Petur er royndur í politikki. Hann var fyrstu ferð á politiska pallinum miðskeiðis í 90unum og var virkin heilt fram til 2002. Sámal Petur umboðaði Sjálvstýrisflokkin og var landsstýrismaður tveimum umførum. Síðan 2002 hevur hann fylgt síni yrkisleið sum stýrimaður og skipari.

info
Eirikur Lindenskov
30. september 2011 kl. 10:53

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

34 minuttir síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

51 minuttir síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

1 tími síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

3 tímar síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer nú at klippa nummarplátur av 629 bilum

4 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: 470 sessir skulu býtast í Kongressini

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til EB/Streym

5 tímar síðan
Tíðindi

Stena AB gjørt avtalu um at keypa Color Line

6 tímar síðan