info
Ongi úrslit

Sánchez skrivar ú val eftir ó­sig­ur um bú­stað­a­poli­tikkin

Spania skal á tjóðartingsval 29. november. Pedro Sánchez, forsætisráðharri, útskrivar valið eftir, at minnilutastjórnin hjá honum fríggjadagin tapti tvey uppskot, sum skuldu bøta um álvarsomu bústaðarkreppuna í landinum.

© Susana Vera/Reuters
Pedro Sánchez hevur verið forsætisráðharri í Spania síðani 2018. Nú hevur hann útskrivað tjóðartingsval til 29. november
Eirikur Lindenskov
5. oktober 2026 kl. 09:36

Tað boðaði Pedro Sánchez frá í einari røðu til tjóðina mánadagin.

– Vit mugu endurnýggja stuðulin frá fólkinum, segði hann sambært Reuters.

Hann segði eisini, at stjórnin hevur tørv á einum nógv størri progressivum meiriluta í tjóðartinginum, um hon skal kunna fremja nýggjar sosialar broytingar.

Sánchez, sum umboðar sosialistaflokkin PSOE, hevur verið forsætisráðharri í Spania síðani 2018.

Bústaðarkreppan trýstir stjórnina

Avgerðin um at útskriva val kemur eftir, at stjórnin fríggjadagin tapti í tjóðartinginum í sambandi við tvey lógaruppskot um bústaðarmarknaðin.

Bústaðarmálið hevur elvt til stór mótmæli í Spania seinastu tíðina. Mótmælisfólk krevja, at stjórnin grípur inn, tí bæði húsaleiga og bústaðaprísir eru vorðnir ov høgir.

Miðalhúsaleigan í Spania er umleið tvífaldað seinastu tíggju árini.

Leygardagin vóru tíggjutúsundtals fólk á gøtunum í Madrid. Ónøgdin tók serliga dik á seg, eftir at ein 87 ára gomul kvinna í september varð koyrd úr heimi sínum, tí hon ikki hevði ráð at gjalda eina brádliga og stóra húsaleiguhækking.

Ein persónur á barr í Madrid fylgir við, meðan Pedro Sánchez í dag boðar frá, at val verður í Spania 29. november. Mynd: Juan Medina/Reuters

Val skuldi annars ikki verið fyrr enn í 2027

Seinasta tjóðartingsval í Spania var í 2023, og næsta val skuldi í seinasta lagi verið 22. august 2027.

Nú verður tað í staðin 29. november.

Sambært teimum veljarakanningum, sum Ritzau vísir til, liggur konservativi flokkurin Partido Popular framman fyri PSOE. Høgravendi Vox-flokkurin kann eisini fáa ein týðandi leiklut í stjórnarsamráðingunum eftir valið.

Um Partido Popular og Vox enda í stjórn saman, verður tað fyrstu ferð, at ein flokkur av ytsta høgravonginum kemur í sponsku landsstjórnina, síðani landið gjørdist fólkaræði eftir deyða Francos í 1975.

Pedro Sánchez hevur eisini verið undir politiskum trýsti av øðrum orsøkum. Altjóða hevur hann millum annað markerað seg við hvassari atfinning móti Ísrael og teimum, hann hevur nevnt „tøkni-oligarkar“. Heima í Spania hevur hann samstundis verið merktur av fleiri politiskum málum, teirra millum ákærum um mutur móti konuni, Begoña Gómez.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Koyrilíkindini: Kolandi stormur upp í 42 m/s

27 minuttir síðan
Lesarabrøv

Bakkafallið á landgrunninum

52 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómarin í Astana hevur dømt Føroyar tríggjar ferðir áður

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyskt farma­skip í sam­an­stoyti við tvey skip í Noregi

1 tími síðan
Tíðindi

Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring í gjár

2 tímar síðan
Tíðindi

Noreg hevur ongantíð útflutt størri nøgdir av laksi

2 tímar síðan
Ítróttur

Kappingarárið í borðtennis farið í gongd

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Síggj bæði málini Sara skoraði í oddadystinum móti HB Køge

3 tímar síðan
Tíðindi

Bossanova í Lívdini

3 tímar síðan
Tíðindi

Lula bilsin eftir ósigur í fyrra valumfari

4 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken vann risastóran sigur á heimavølli

9 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gunnar Vatnhamar er klárur til 90 minuttir aftrat

9 tímar síðan