info
Ongi úrslit

Sandshavið dagførdur hjá Mest á Skála

- Alt er ikki gjørt, sum vit ætlaðu okkum at gera, men tað, sum er eftir, verður gjørt um jóltíðir, sigur reiðarin, Eyðvarur Petersen.

Vilmund Jacobsen
8. august 2024 kl. 11:26

Síðan 26. juni hevur frystilínuskipið Sandshavið staðið á bedingini hjá Mest á Skála. Her er allur skrokkurin vorðin vaskaður, sandblástur og málaður.

Eyðvarur Petersen, skipari og reiðari, sigur, at nú skipið hevur staðið á bedingini og hevur fingið eina dagføring, hevur Skipasýnið eisini sýnað skipið sambært krøvum, sum sýnið setir.

- Ymiskt er eisini gjørt í apteringini, har gongir og dúrk eru dagførd, eins og allar hurðar til manningarkømrini eru skiftar.

Hann vísir á, at ætlanin var eisini at dagføra wc'ini umborð í skipinum í hesum umfari, men hesi arbeiði og onkur aftrat mugu bíða til um jóltíðir.

- Vit eru væl nøgdir við arbeiðið, sum Mest hevur staðið fyri, og ætlanin er at fara til fiskiskap aftur í endanum av næstu viku.

Skiparin sigur, at tá loyst verður aftur, verður farið undir Føroyar at fiska, og Sandshavið fer at fiska undir Føroyum tað, ið eftir er av hesum árinum.

- Vit eiga onga kvotu eftir aðrastaðni, og spurningurin er, um dagarnir, sum eru eftir undir Føroyum, fara at røkka til restina av hesum árinum.

Eyðvarur Petersen harmast um, at fiskidagarnir enn einaferð eru skerdir og sigur, at teir hava verið noyddir at keypa dagar aftrat teimum, sum skipið eigur.

Í ár hevur Sandshavið fiskað lutfalsliga lítlu kvotuna, sum skipið átti í Eysturgrønlandi, og skipið hevur eisini fiskað tey seks prosentini, sum skipið átti av føroysku línukvotuni á Flemish Kap.

- Fiskiskapurin í Eysturgrønlandi var brúkiligur, men her var nógvur ísur. Úr Eysturgrønlandi fóru vit yvir á Flemish Kap, har skítfult var av fiski.

Skiparin leggur aftrat, at á Flemish Kap fiskaðu teir í einar 5-6 dagar, og her fingu teir tað, teir kláraðu at frysta.

- Nú gleða vit okkum at sleppa avstað aftur. Meðan fiskidagarnir eru skerdir, kunnu vit fegnast um, at fiskaprísirnir hava verið góðir, sigur Eyðvarur Petersen.

Myndin er ikki tøk

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

6,9 milliónir til frítíðarskúla og ítróttarhús í Runavík

17 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan minnir á endurskyn í morgunmyrkrinum

51 minuttir síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar koyrdu ov skjótt á Oyrareingjum

1 tími síðan
Tíðindi

Guvernørurin í Kalifornia ógyldar 548 deyðadómar

1 tími síðan
Tíðindi

Guvernørurin í Kalifornia ógyldar 548 deyðadómar

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hanus skoraði og var valdur á vikuliðið

2 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Erling Erlendsson inn fyri Ísak Vedelsbøl

8 tímar síðan
Tíðindi

Langabbasonur William Heinesen við fyrstu heildaútgávu síni

9 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn

10 tímar síðan
Tíðindi

Sjokuláta og jóla­kal­end­ar­ar tikn­ir aft­ur eft­ir frá­boð­an­ir um sjúku

10 tímar síðan
Tíðindi

Kastrup stevnir móti metári

11 tímar síðan
Hondbóltur

Jana avrikaði væl móti donsku meistarunum

11 tímar síðan