info
Ongi úrslit

Seks deyð í flogvanlukku í Russlandi

Seks fólk úr manningini lótu lív, tá eitt russiskt bumbuflogfar datt niður undir venjingarflúgving í eystara parti av Russlandi í dag. Ein av manningini varð særdur.

© Alexander Nemenov/Ritzau Scanpix
Eitt russiskt bumbuflogfar av slagnum Tupolev Tu-95 er dottið niður í eystara parti av Russlandi. Seks fólk úr manningini lótu lív. Myndin er tikin undir eini hernaðarsýning yvir Moskva í 2015. Savnsmynd.
Eirikur Lindenskov
29. september 2026 kl. 15:45

Eitt russiskt hernaðarflogfar datt í dag niður í Amur-økinum í eystara parti av Russlandi. Seks av manningini lótu lív, og eitt varð fólk fekk skaða.

Tað upplýsir russiska verjumálaráðið sambært ríkistíðindastovuni Tass.

Vanlukkan hendi undir venjingarflúgving, og sambært ráðnum datt flogfarið niður í einum óbygdum øki.

Enn eru ikki fleiri upplýsingar um umstøðurnar kring vanlukkuna. Russiska flogvápnið hevur sent serfrøðingar á staðið at kanna hendingina, skrivar Tass.

Flogfarið var eitt bumbuflogfar av slagnum Tupolev Tu-95, sum varð ment í Sovjetsamveldinum undir kalda krígnum.

Sambært russiska verjumálaráðnum hevði flogfarið onga lóður við, tá tað datt niður.

/Ritzau/AFP

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hálvt liðið er skift út

14 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava trygga loysn við Streymin

30 minuttir síðan
Myndasøvn

Her eru elruskbilarnir í Tórshavnar Kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Stuðulstørvurin fer ikki í summarfrí

1 tími síðan
Tíðindi

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

2 tímar síðan
Myndasøvn

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

2 tímar síðan
Tíðindi

Heri prestur fyllir 70 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Maiken er byrjað í kommunalum skrivstovustarvi

3 tímar síðan
Tíðindi

Estland: Russland fremur sabotasju

3 tímar síðan
Tíðindi

Lærari dripin í knívaálopi á skúla í Slovakia

3 tímar síðan
Tíðindi

Havstovan mælir til at geva nósum frið

3 tímar síðan
Tíðindi

Methøg fronsk ríkisskuld

4 tímar síðan