Hvør tekur við, tá tilboðini hjá Almannaverkinum lata aftur í summarfrítíðini, men tørvurin á stuðli og umsorgan er tann sami?
Tað er kjarnin í einum skrivligum fyrispurningi, sum Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum. Løgtingið hevur júst samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.
Í sjey spurningum biður hann millum annað um at fáa upplýst, hvørji dag-, frítíðar- og virknistilboð hava verið summarstongd í 2026, hvussu leingi tey hava verið stongd, og hvussu nógv børn, ung og vaksin eru ávirkað.
Hann vil eisini vita, hvørji avloysandi tilboð ella møguleikar fyri øktari umlætting hava staðið familjunum í boði.
– Stuðulstørvurin hjá fólki við breki hvørvur ikki, tá dag-, frítíðar- og virknistilboð lata aftur, skrivar Sámal Petur í Grund í viðmerkingunum.
Hann vísir á, at ábyrgdin fyri stuðli, umsorgan og eftirliti í stóran mun verður flutt heim til foreldur og onnur avvarðandi. Hetta kann eftir hansara meting seta familjurnar undir stórt trýst.
Fólkaskúlarnir høvdu sambært fyrispurninginum summarfrí í sjey vikur og fimm dagar í ár. Sámal Petur í Grund spyr tí, hvørji tilboð hava verið tøk hjá børnum í skúlaaldri, sum vegna brek hava tørv á stuðli og eftirliti, og um tilboðini hava verið opin nóg nógvar tímar til, at foreldrini kunnu røkja sítt arbeiði.
Fyrispurningurin snýr seg eisini um vaksin. Sámal Petur í Grund sigur seg hava fingið upplýst, at virknistilboð til vaksin við breki hava summarstongt í tríggjar vikur.
Hann vísir á, at tá missa fólk bæði sítt dagliga tilboð, felagsskapin og føstu rammurnar um gerandisdagin. Samstundis kunnu eldri foreldur verða standandi við eini stórari umsorganaruppgávu.
Landsstýriskvinnan verður eisini biðin um at greiða frá, hvussu summarstongdu tilboðini samsvara við skyldurnar hjá Almannaverkinum sambært almannalógini. Harumframt spyr hann, um tørvurin hjá tí einstaka verður mettur, áðrenn eitt tilboð verður skert ella stongt.
At enda vil Sámal Petur í Grund hava svar upp á, um landsstýriskvinnan ætlar at tryggja børnum og vaksnum við umfatandi stuðulstørvi eitt nøktandi tilboð alt árið – ella eitt hóskandi avloysaratilboð, tá vanliga tilboðið er stongt.