Ein lærari doyði og tvey onnur fólk vórðu særd í einum knívaálopi á einum skúla í býnum Staskov í útnyrðingspartinum av Slovakia í dag.
Tað upplýsir ein talsmaður fyri slovakiska heilsuverkið sambært tíðindastovuni AFP.
Tann dripna er ein 61 ára gomul kvinna, sum sambært slovakiskum miðlum var lærari á skúlanum.
Ein 44 ára gomul lærarinna og ein næmingur vórðu eisini særd.
Tann 44 ára gamla kvinnan varð stungin í bringuna og er flutt við tyrlu á sjúkrahús, skrivar týska tíðindastovan dpa.
Næmingurin er eisini fluttur við tyrlu á sjúkrahús. Støðan hjá næminginum verður søgd at vera álvarsom.
Næmingur í 8. flokki undir illgruna
Tann, sum er undir illgruna fyri álopið, er sjálvur næmingur í 8. flokki á skúlanum.
Løgreglan váttaði um middagsleitið, at hon kannar eitt harðskapsmál, og at støðan á skúlanum nú er undir kontroll.
Enn er ikki greitt, hví álopið varð framt.
Eitt líknandi álop var á einum skúla í Slovakia í januar í fjør. Tá leyp ein 18 ára gamal næmingur á ein lærara og tveir næmingar við knívi í býnum Spisska Stara Ves. Lærarin og annar næmingurin doyðu.
Í 2020 varð ein lærari eisini dripin við knívi á einum slovakiskum skúla, og fleiri onnur vórðu særd.
Slovakia hevur umleið 5,5 milliónir íbúgvar.
/Ritzau/