info
Ongi úrslit

Havstovan mælir til at geva nósum frið

Havstovan skrivar, at nú síggjast nósar aftur

Nanný J. Toftegaard
29. september 2026 kl. 13:30

Eyðkendu hvítu nósarnir hjá láturkópi, ið av og á koma á land um heystið, deila óhepnu støðuna at vera skolaðir út av látrum. Samstundis hava teir mist sambandið við opnuna. Lagnan hjá hesum nósum er óviss.

Havstovan viðmælir at nósarnir fáa frið.

Nósar bíta gjarna frá sær og kunnu bera keðiliga ígerðarsjúku, og tí er sera umráðandi altíð at halda frástøðu og lata nósarnar passa seg sjálvar. Tað verður frámælt at taka nósar heim at passa, einamest tí at tað er ein ávísur vandi fyri at verða bitin, og tí tað hevur einki gagnligt virði fyri kópastovnin. Sjálvt um tað kann vera hjartanemandi, at síggja ein hjálparsleysan nósa, so er frægari nósum viðvíkjandi at lata náttúruna passa sær sjálvari.

Láturkópur nørist í tíðarskeiðinum frá hálvum september og til jóla. Opnan leggur nósan á vardum stað í urðum og á látrum. Nósar koma í verðina við hvítari hvølpaull, ið teir líðandi loðsa næstu fýra vikurnar. Legst uppgangur, so kunnu nósar, ið liggja ábart fyri, skola út av látrunum. Ullin darvar, og flestu nósar yngri enn eina viku drukna. Hava teir sogið opnuna nakað longur, so hava teir betur møguleika at klára seg. Nósin er fullborðin, tá hann hevur sogið í 18 dagar. Eftir hetta makast opnan og fer frá nósanum endaliga, ið hereftir byrjar at leita sær føði og klára seg sjálvan.


Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

5 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

13 minuttir síðan
Tíðindi

Heri prestur fyllir 70 ár

33 minuttir síðan
Tíðindi

Maiken er byrjað í kommunalum skrivstovustarvi

39 minuttir síðan
Tíðindi

Estland: Russland fremur sabotasju

51 minuttir síðan
Tíðindi

Lærari dripin í knívaálopi á skúla í Slovakia

52 minuttir síðan
Tíðindi

Methøg fronsk ríkisskuld

1 tími síðan
Fótbóltur

U21: Altjóða óroyndur dómari til dystin Føroyar-Luksemborg

2 tímar síðan
Tíðindi

Aksel: Vandi fyri størri ójavna millum kommunurnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Fjallabjargar hava lok­ið al­tjóða út­búgving

2 tímar síðan
Tíðindi

Spitsbergen kom kortini á Havnina

3 tímar síðan
Hondbóltur

Nú er tað alment: Elias fer til Aalborg

3 tímar síðan