info
Ongi úrslit

Marius Ziska við bólki í Løkhøll

Føroysk/ danska songkvinnan og sangskrivarin, Lea Eyðbjørg, fer at hita upp til Marius í Løkshøll í kvøld

Vilmund Jacobsen
18. september 2026 kl. 12:39

Í kvøld klokkan 20 verður konsert við Marius Ziska við bólki í Løkshøll í Runavík. Eisini fer Lea Eyðbjørg at hita upp til Marius.

- Marius Ziska hevur saman við bólki sínum verið eitt av Føroya fremstu tónleikanøvnum í mong ár. Kensluborni tónleikurin hevur veruliga fingið fastatøkur á áhoyrarunum.

Lagt verður aftrat, at við síni vøkru og vælklingandi rødd og framúr góðum sangum sum Nærveran, Villingarsjónin og Ongin megnar Marius veruliga at røra og rúnarbinda fjøldina.

- Bólkurin hevur vunnið nakrar Faroese Music Awards virðislønir, eitt nú “Ársins lag 2022”.

Í 2023 varð RÚM givin út, sum gav tónleikinum ein meira elektroniskan dám og lat føroysku melankoliina í ein nýggjan og lættari búnað.

- Hóast nógvir sangir longu eru fólkaogn, og hetta veruliga varð staðfest í samband við útseldu konsertirnar saman við Føroya Symfoniorkestri, so heldur Marius fram við at royna nýggjar leiðir.

Lagt verður aftrat, at í løtuni arbeiðir hann við einari nýggjari útgávu, har hann fer at syngja á enskum, eins og hann partvís gjørdi á gjøgnumbrotsútgávuni HOME frá 2015.

- Á konsertini í Løkshøll sleppa vit at hoyra nakrar av nýggju sangunum frá útgávuni, sum er ávegis.

Føroysk/ danska songkvinnan og sangskrivarin, Lea Eyðbjørg, fer at hita upp til Marius.

- Hon hevur staðfest seg sum eina av teimum mest spennandi røddunum á norðurlendska tónleikapallinum.

At enda verður sagt í tíðindaskrivi, at við einari sjáldsamari samanrenning av sárbæri og styrki hevur hon skapt sítt egna ljóðunivers við sorgblíðum, men fangandi poppløgum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

16 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

13 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útgávukonsert við Stanley á Reinsríinum

0 minuttir síðan
Lesarabrøv

Í morgin ger Fólkakirkjan ein stóran feil

31 minuttir síðan
Tíðindi

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

1 tími síðan
Minningarorð

Minningarorð um Bjarnvarð í Dali

1 tími síðan
Tíðindi

Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka

1 tími síðan
Tíðindi

Næsta ár verður FMA hildið í Løkshøll

2 tímar síðan
Tíðindi

Hildið verður fram í Miðalsbrekku

2 tímar síðan
Tíðindi

Formula hevur vunnið rammusáttmála um teldur til almenna geiran

2 tímar síðan
Tíðindi

Vinjar við egnum tónleiki í Listastovuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Seks eru dripin í skúlaskjóting

2 tímar síðan
Tíðindi

Danskar og bretsk­ar ser­deild­ir venja í Vest­manna­sundi

2 tímar síðan
Tíðindi

Maður deyður í hávaálopi í Avstralia

3 tímar síðan