info
Ongi úrslit

Í morgin ger Fólkakirkjan ein stóran feil

Jenny Old
18. september 2026 kl. 12:58

Góðu tit, ið varða av kirkjuni

Eg vænti ikki at tit vita hvussu víđfevnd gjógvin er millum fólk í Argja sókn.

Høvdu tit veruliga sæð hvussu splittaðar familjurnar á Argjum eru í hesum málið, so høvdu tit møguliga broytt meining. 

Tá eg var við til at samla tær yvir 2200 undirskriftirnar fyri at varðveita økið bleiv eg ofta kedd av at síggja hvørji fólk møttu upp fyri at undirskriva. Har vóru fólk úr øllum familjum á Argjum. Eisini teimum, ið hoyra heima í kirkjuni, eisini avvarđandi hjá kirkjuráđslimum. Har vóru systkin, vaksin børn og fyrrverandi starvsfólk í kirkjuni. Eisini fólk, sum eru aktiv í øðrum kirkjum. Eitt argjafólk,
sum búði á røktarheimi, hevði fingið eitt avvarðandi at koyra seg. Allar familjur vóru umbođađar. Í summum grannaløgum tosa fólk nærmast ikki saman meira.

Ein fær ilt í hjarta av, at man byggir eina kirkju við so stórari gjógv. Og ilt í hjarta av at krossurin, sum vit eru nógv sum elska, skal standa modell fyri hesa gjónna ið klívir grannaløg og familjur.

Hetta er eitt stórt mistak frá byrjan til enda. Ein kann ikki keypa sær nakađ, sum longu er giviđ í gávu. Og tađ var ikki rætt av kommununi at selja gávuna, sum vit øll fingu. Økiđ var tinglýst sum fríøki og stendur enntá í skeytinum hjá teimum, iđ keyptu grundstykki í 1976. Hetta hevur kirkjan fingiđ at vita beinanvegin, men keypt var keypt og lyftiđ varđ brotiđ um at økiđ ikki skuldi byggjast á.

Kirkjan má ikki varvirđa hesa gávu til borgararnar.

Hvussu skal nakar sameina sóknina, tá øll tey særdu sita uttanfyri? Hvar finna tey sítt andaliga heim?

Hvussu kunnu tit halda hátíđardag leygardag, tá tađ verđur sorgardagur fyri so mong. Og er tađ ikki at varvirđa kirkjuna, tá grundarlagiđ undir henni er djúp ósemja? Eitt stórt mistak.

Eg veit at hetta bræviđ ongan mun ger, men vildi bara geva tykkum mítt innlit í spjađingina, sum kirkjan hevur volt í mong ár. Fólk eru troytt og kirkjan burdi veitt linna.

Tað er syrgiligt tá tað einasta, sum kann sameina fólk í økinum, er nýggi Á handilin.

Jenny Old

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

16 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

14 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útgávukonsert við Stanley á Reinsríinum

2 minuttir síðan
Tíðindi

Marius Ziska við bólki í Løkhøll

52 minuttir síðan
Tíðindi

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

1 tími síðan
Minningarorð

Minningarorð um Bjarnvarð í Dali

1 tími síðan
Tíðindi

Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka

1 tími síðan
Tíðindi

Næsta ár verður FMA hildið í Løkshøll

2 tímar síðan
Tíðindi

Hildið verður fram í Miðalsbrekku

2 tímar síðan
Tíðindi

Formula hevur vunnið rammusáttmála um teldur til almenna geiran

2 tímar síðan
Tíðindi

Vinjar við egnum tónleiki í Listastovuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Seks eru dripin í skúlaskjóting

2 tímar síðan
Tíðindi

Danskar og bretsk­ar ser­deild­ir venja í Vest­manna­sundi

2 tímar síðan
Tíðindi

Maður deyður í hávaálopi í Avstralia

3 tímar síðan