info
Ongi úrslit

Marra heldur fram har Dreymsótt endaði: Nýggj skaldsøga eftir Rakel Helmsdal.

Marra kemur út á Orð & tónum, í kvøld 12. novembur, kl. 20 í Reinsarínum í Havn.

Dagfinn Olsen
12. november 2026 kl. 19:05

Í 2023 kom dystopiska skaldsøgan Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal. Hon gongur fyri seg í 2036, tá Føroyar eru vorðnar eitt korrupt eftirlitsamfelag, har stjórnin likist nógv meira einaveldi enn demokrati.

Fólk livað kúga av eini harðari Stigaskipan undir ævigum eftiliti av “Einglunum”, dronunum sum alsamt flúgva gjøgnum gøturnar og skráseta alt og øll. Fýra kvinnur í ymsum aldri eru við til at seta ferð á eina kollvelting, sum leingi hevur ligið og prutlað undir kúgaða fólkinum.

Dreymsótt endar við miseydnaðu kollveltingini og alt tykist vera farið fyri skeytið.

Nú kemur Marra – hin helvtin av søguni. Bókin er eitt beinleiðis framhald, og vit byrja við miseydnaðu kollveltingina og fylgja teimum fimm høvuðspersónunum, meðan tey hvør í sínum lag royna at sleppa sær burtur úr ræðuleikunum.

Hvat gert tú, tá einasti møguleikin at bjarga tínum egnu og tínum landi er at rýma av landinum? Og hvussu rýmir tú, tá Stjórnin hevur eftirlit við øllum farum? Og ber til at rýma úr einum fongsli, sum er inni í einum fjalli, og sum almeningurin ikki veit er til?

Marra kemur út á Orð & tónum, í kvøld 12. novembur, kl. 20 í Reinsarínum.

Tá fer Rakul í Gerðinum at hava samrøðu við rithøvundin.

Sprotin gevur bókina út.

Mynd: Gwenaël A.H.Carré

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heilsuhjálparar fingið prógv

15 minuttir síðan
Tíðindi

Stovnandi aðalfundur fyri fólk, ið hava lungnasjúku og avvarðandi teirra

1 tími síðan
Tíðindi

Ungdómshús leigar Padelhøll

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórabretland vil revsa Russland harðari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú kann søkjast um orkuískoyti

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj bók um Sámal Toftanes

4 tímar síðan
Tíðindi

Søren Huss á Voxbotn

4 tímar síðan
Tíðindi

Hugnaligur jólamarknaður fyri alla familjuna

4 tímar síðan
Hondbóltur

U17-landsliðið skal spæla EM-undankapping við Tjarnir

4 tímar síðan
Tíðindi

56 seglbátar við 191 ferðafólkum vitjaðu í Vági

5 tímar síðan
Tíðindi

Veitarar úr Eysturoy á vitjan í Noregi

6 tímar síðan
Tíðindi

12. november á forsíðunum gjøgnum árini

6 tímar síðan