- Kom við Ungdómshúsinum ein túr til Havnar at spæla padel!
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Sunda kommunu í dag.
- Mánakvøldið hin 16. november hevur Ungdómshúsið í Sunda kommunu leigað padelmiðstøðina á Hjalla frá klokkan 18-19.
Lagt verður aftrat, at øll ung úr 8. flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin við.
- Bussurin koyrir frá Ungdómshúsinum á Oyrarbakka klokkan 17 og heimaftur, tá liðugt er.
Heitt verður á ung, sum ætla sær við til Havnar at spæla padel, um at hava innanduraskógvar, ítróttaklæðir og dunk við.
Á heimasíðuni - www.sunda.fo - verður víst á, hvussu tilmeldað verður.
- Vónandi hava nógv hug at koma við til eitt stuttligt kvøld, verður sagt í Sunda kommunu.