info
Ongi úrslit

Skúlin á Trøðni: Góðvilji eigur ikki at avgera umstøðurnar hjá børnunum

Javnaðarflokkurin
26. august 2026 kl. 15:58

Tíðindaskriv:

Skúlin á Trøðni hevur seinastu árini fingið fleiri gávur til amboð, útgerð og spælipláss. Tað er gleðiligt, at felagsskapir vilja stuðla skúlanum, men tað eigur ikki at vera neyðugt hjá landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum góðar møguleikar at mennast og læra. 
Í vikuni frættist, at Javni hevur latið Skúlanum á Trøðni amboð og leikur fyri 100.000 krónur við stuðli frá einum donskum grunni. Áður hevur millum annað Skótahjálpin latið 65.000 krónur til uttandura spælipláss.
– Tað er bæði flott og gleðiligt, at felagsskapir vilja rætta Skúlanum á Trøðni eina hjálpandi hond. Men vit mugu eisini spyrja, hví tað er neyðugt. Skúlin skal hava eina játtan, sum ger hann føran fyri at geva børnunum bestu fortreytirnar fyri at mennast og læra, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.
Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum, og landið hevur fíggjarligu ábyrgdina av skúlanum. Har ganga í dag 71 børn, og skúlin hýsir eisini frítíðartilboði. Hetta setir stór krøv til bæði starvsfólk, høli, amboð og útgerð. 
– Vit hava eitt vælferðarsamfelag, har grundleggjandi meginreglan er, at tað almenna tryggjar øllum børnum góða og ókeypis skúlagongd. Tað eigur sjálvandi eisini at vera galdandi fyri børnini á Skúlanum á Trøðni, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein munnligan fyrispurning. Hon spyr millum annað, um landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi, at ein almennur skúli má dúva upp á gávur fyri at røkja sína kjarnuuppgávu, og hvørjar ætlanir hann hevur fyri játtanina til amboð og útgerð hjá Skúlanum á Trøðni.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

1 tími síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

2 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

2 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

5 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

5 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

7 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

8 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

9 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

9 tímar síðan