info
Ongi úrslit
© Ammar Awad/Reuters.
Eitt flogfar hjá Flydubai misti mikudagin fleiri túsund metrar í hædd eftir stuttari tíð, meðan stríð var um tamarhaldið á flogfarinum. Sambært ovasta ákæranum í Sameindu Arabisku Emiratunum leyp annarflogskiparin á flogskiparan við einari øks. Savnsmynd

Ákæri: Annarflogskipari royndi at fremja yvirgang við øks

Ovasti ákærin í Sameindu Arabisku Emiratunum lýsir álopið á einum flogfari hjá Flydubai sum eina yvirgangsroynd. Motivið og møgulig sambond verða framvegis kannað.

Eirikur Lindenskov
3. oktober 2026 kl. 09:28

Annarflogskiparin á einum flogfari úr Dubai til Ísraels royndi mikudagin at fremja eitt yvirgangsálop.

Tað sigur ovasti ákærin í Sameindu Arabisku Emiratunum leygardagin, sambært almenna tíðindastovinum WAM. Reuters ber tíðindini.

Sambært ákæranum leyp annarflogskiparin á flogskiparan við einari øks inni í stýrishúsinum. Talan var um eina neyðøks, sum vanliga verður goymd í stýrishúsinum og er ætlað til neyðstøður.

Tilburðurin, tá flogfarið hjá Flydubai misti fleiri túsund metrar í hædd eftir sera stuttari tíð, verður framvegis kannaður.

Tvær ónevndar keldur við kunnleika til málið siga við CNN, at illgruni er til annarflogskiparan Hamam al-Hammami úr Oman. Reuters nevnir sama navn við tilvísing til eina ónevnda keldu við beinleiðis kunnleika til málið.

Sambært keldunum hjá CNN varð hann koyrdur úr einum øðrum starvi hjá tjóðarflogfelagnum í Oman vegna stúran um víðgongd sjónarmið.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur áður sagt, at annarflogskiparin hevði verið fyri víðgongdari islamistiskari ávirkan. Hann segði tó eisini, at motivið ikki var staðfest.

Ovasti ákærin sigur, at kanningarnar halda fram fyri at staðfesta umstøðurnar, motivið og møgulig sambond. Bæði ítøkilig og talgild prógv verða kannað.

Fríggjadagin greiddi indiski flogskiparin, Smit Machchhar, fyri fyrstu ferð alment frá bardaganum um at fáa tamarhald á flogfarinum.

Í einari videosamrøðu við indiska forsætisráðharran, Narendra Modi, greiddi hann frá sjúkrasongini frá, hvussu tað við neyð og deyð eydnaðist honum at lata hurðina til stýrishúsið upp og fáa hjálp.

– Eg var so illa særdur, at eg var fallin saman. Eg merkti, at flogfarið var á veg niður. Eg visti, at eg mátti royna eina síðstu ferð at fáa hurðina upp, segði hann.

– Eisini tá varð eg raktur, men eg fekk hurðina upp, og øll komu inn, segði flogskiparin.

Narendra Modi segði, at flogskiparin við sínum gerðum hevði bjargað nógvum mannalívum og forðað fyri einari stórari vanlukku.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Í gjár kl. 09:36

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kanna hví rusk­bil­ur­in fór á rull á Argjum

13 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Ruskbilurin lyftur úr urtagarði á Argjum

42 minuttir síðan
Tíðindi

Børn sótu óbundin: Tríggir bilførarar fingu klipp

50 minuttir síðan
Tíðindi

Video: Stór­ar­beiði at fáa rusk­bilin úr urta­garði­num á Argjum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer og liðfelagarnir hava enn fyrsta stigið til góðar

3 tímar síðan
Tíðindi

TIT fáa tryggar sømdir, meðan VIT fáa ógreið lyfti

10 tímar síðan
Hondbóltur

GOG-Aalborg beinleiðis á TV2

10 tímar síðan
Lesarabrøv

At einki gera er ikki ókeypis

10 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Italia megnaði javnleik á útivølli í Fraklandi

10 tímar síðan
Hondbóltur

19 føroysk mál í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld

11 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Slovakia

11 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar liva í vónini um at halda fram

12 tímar síðan