info
Ongi úrslit

Sólin skínur undir Mýruhjalla á Skála

Tung skýggj hanga yvir vágaliðnum, sum riggar til at fara av Skála við tapi í viðførinum

Jóannes Hansen
29. mai 2026 kl. 20:54

Tað endaði við 2-1 heimasigri, tá ið Skála í kvøld hevði vitjan av 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at Skála hevur 10 stig og er eitt stig frammanfyri EB/Streym, sum nú er undir strikuni saman við 07 Vestur.

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tað høvdu heimamenninir alla orsøk at vera misnøgdir við. Teir vóru í kvøld í meiri framrættaðari útgávu, enn teir hava verið fyrr í ár. Markus Isaksen, sum hevur verið skaðadarvaður, var fremsti maður, og Maxwell Effiom var fremstur sentralur miðvallari, meðan Silas Gaard var framrættaður í høgru og Simon Jørensen var framrættaður í vinstru.

Skála spældi seg til fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki og eina røð av hornaspørkum. Størsti møguleikin var eftir eitt korter, tá ið Simon Jørgensen misnýtti brotsspark.

Eftir steðgin sá gongdin út til at vera tann sama, og tí var tað vátur vøttur í andlitið á heimaliðnum, tá ið 07 Vestur legði seg á odda. Í kvøld var Jonathan Flensborg, sum  plagar at vera fremsti maður, miðverji. Í sambandi við fríspark var hann heilt har frammi. Og eftir framleggingina og eitt sindur av aftur g fram var tað Jonathan Flensborg, sum smekkaði bóltin í málið.

Fyrr í ár hevur 07 Vestur vunnið 1-0 ímóti Skála – bæði í landskappingini og steypakappingini – og nú luktaði tað í  eina løtu av somu gongd sum tvær tær undanfarnu ferðirnar.

Tá ið ein stórur tími var farin, bríkslaði dómarin Áki Leitisstein Hansen aftur fyri brotssparkið til Skála, og nú eydnaðist tað Simon Jørgensen at javna til 1-1. Hans Jákup Arngrímsson í málinum hjá Skála hevði ikki nógv at gera, men hann bjargaði væl, tá ið innskifti Jóannis á Steig royndi seg.

Í hinum endanum høvdu Silas Gaard og Simon Jørgensen góðar møguleikar, og talan var um fleiri hornaspørk, áðrenn tað eitt korter undan leikloki eydnaðist at skora 2-1 sigursmálið. Í skjótálopi rann Markus Isaksen seg leysan í høgru, og tá ið hann legði bóltin flatt í brotsteigin, var Maxwell Effiom leysur fyri opnum máli, tá ið hann skoraði.

07 Vestur royndi at spenna álopsbogan, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagdan málmøguleika.

 

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

20 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

13 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

47 minuttir síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

1 tími síðan
Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

3 tímar síðan
Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

11 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

12 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

13 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

13 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

14 tímar síðan