| ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Ein av fyrstu døgum verður boðað frá, at Sonja Jógvansdóttir verður partur av tingmanning Tjóðveldis
Vælvitandi keldur vita at siga in.fo, at Sonja Jógvansdóttir er á veg upp í Tjóðveldi. Hon varð vald á ting fyri Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum í 2015, men longu á fyrsta tingfundardegi tann 16. september í 2015 meldaði hon seg úr Javnaðarflokkinum.
Orsøkin var, segði hon, at mótstøða var í Javnaðarflokkinum mótvegis samkyndum. Tann dagin hon fór úr Javnaðarflokkinum skrivaði hon á Facebook, at hon kundi ikki vera í einum flokki, har ein homofobiskur hugburður hjá nøkrum fáum ræður.
Hon skrivaði millum annað soleiðis:
– Orsøkin til hesa støðu er, at eg sum samkynd ikki kann verða partur av einum politiskum flokki, sum í samgongusamráðingunum hevur blokkerað fyri, at borgarlig vígsla av samkyndum verður partur av samgonguskjalinum, ella at tað yvirhøvur verður nevnt, sigur hon.
– Hetta er stórt spell, tí eg veit, at tað eru nógv í Javnaðarflokkinum og í tingmanningini, sum taka undir við borgarligari vígslu av samkyndum, men tíverri eru tað teir fáu, sum rópa harðast, sum sleppa at seta dagskránna í flokkinum í hesum máli, segði hon.
– Eg kann ikki verða partur av einum flokki, har tað er ein homofobiskur hugburður hjá nøkrum fáum sum ræður, tá tað kemur til rættindini hjá einum minniluta, sigur hon.
– Hetta snýr seg ikki um eitt tilvildarligt mál ella ósemju, hetta snýr seg um mítt lív sum samkynd. Eg havi alt mítt vaksna lív stríðst fyri javnbjóðis rættindum, og tað stríð fari eg ongantíð at lata nakran politiskan flokk køva, legði hon afturat.
Sonja Jógvansdóttir fekk næstflestar atkvøður í Javnaðarflokkinum á valinum í 2015. Hon fekk 1.021 atkøvður. Bara Aksel V. Johannsen fekk fleiri atkvøður. Hann fekk 2.405, sum er tað mesta, sum nakar hevur fingið á einum løgtingsvali.
Á tjóðveldislistanum er tað bara Høgni Hoydal, sum fekk fleiri atkvøður enn Sonja Jógvansdóttir. Hann fekk 1.149 atkvøður. Tjóðveldi hevur fýra sterkar kvinnur í Havn, Kristinu Háfoss (662 atkøvður), Annitu á Fríðriksmørk (425 atkvøður), Katrina Kallsberg (396 atkvøður) og Bjørt Samuelsen (varafólk, 361 atkøvður).
Fer Sonja Jógvansdóttir upp í tingbólkin hjá Tjóðveldi, so verður Tjóðveldi størsti flokkur á tingi. Tað fær kortini ongan týdning fyri tingarbeiðið ella samgonguarbeiðið, tí Sonja Jógvansdóttir hevur alla tíðina lagt dent á, at hon stuðlar samgonguni. Einasta praktiska broyting kann vera, at tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum verða flutt eina rekkju aftur í tingsalinum, og Tjóðveldisfólkini eina rekkju fram. Flokkarnir sita eftir stødd, har størsti flokkur situr fremst.
Enn er ikki greitt, hvar hin leysgangarin í Løgtinginum, Magni Laksfoss, fer. Hann skuldi brúka nakrar mánaðir at umhugsa, hvønn flokk hann skuldi fara í.
Tað hevur verið gitt, at hann fer upp í Javnaðarflokkin. Tá boð brádliga vóru eftir honum sum landsstýrismanni í 2007, tá Bárður Nielsen legði frá sær fyri at gerast stjóri í Stórutjøn, hevði ljóðað, at Magni Laksafoss var á veg upp í Javnaðarflokkin.
Valið nærkast – og ætla Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksafoss sær eina framtíð í politikki, so mugu tey finna út av, hvørja hugsjónarliga stevnu tey skulu velja sær og vita, hvør flokkur vil hýsa teimum. Tað er rættiliga trupult at verða valdur á ting uttan flokk. Tað er bara hent tvær ferðir síðani floksbýtið í 1906. Tað var, tá A. C. Evensen varð valdur uttanflokka í Sandoyar valdømi í 1916, og tá Kjartan Mohr varð valdur uttanflokka í Suðurstreymoyar valdømi í 1954.
Niðanfyri sæst persónliga atkvøðubýtið á hjá øllum valevnum á løgtingsvalinum 1. september í 2015: