Er tað ætlanin at seta nakra serliga skipan í verk fyri tær smáu fyritøkurnar, nú mvg aftur skal rindast í landskassan.
Tað er spurningurin, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú skal greiða frá.
Tað er Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum reisir spurningin fyri landsstýrismanninum.
Nú nærkast tíðin av álvara til fyritøkurnar skulu rinda mvg, ið bleiv útsett fyrr í ár sum partur í tí fyrsta hjálparpakkanum í sambandi við koronu. Men tað er ein spurningur um smærru fyritøkurnar fara at klára tað, sigur hon.
Ein partur av hjálparpakkanum var útseta MVG fyri at styrkja gjaldførið hjá fyritøkum.
Sostatt varð freistin fyri at rinda mvg fyri 1. ársfjórðing útsett til 15. november.
– Tað er eingin ivi um, at korona hevur rakt okkum meint og leingi og tað er hugsandi, at nógvar smærri fyritøkur, ið hava útsett mvg framvegis eru ógvuliga illa fyri, kanska serliga nú vit eru í lágárstíð.
– Harafturat vita vit ikki, um ein bylgja av nýggjum tilburðum, eins og aðrastaðni í heiminum, eisini kemur til Føroya í vetur, og sostatt merkir, at vinnan aftur missir inntøkugrundarlagið, sigur Ingilín Didriksen Strøm.
Tí vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá, um tað er hansara meting, at smáar fyritøkur eru førar fyri at rinda mvg nú. Hann skal eisini greiða frá, hvussu hann metir, at støðan hjá smærru fyritøkunum er sum heild í hesum tíðum. Og hann skal somuleiðis greiða frá um ætlanin er at gera fleiri hjálparátøk fyri smærri fyritøkur, ið stríðast við avleiðingarnar av koronu
– Tær størru fyritøkurnar fara helst at klára seg, men spurningurin er, um tað kann vera neyðugt við eini serskipan til tær smáu fyritøkurnar, sum ikki hava sama gjaldføri. Smáu fyritøkurnar mugu hóra undan, sigur Ingilín Didriksen Strøm.
Mest lisið hesa vikuna
Landsstýrið blacklistar 16 bygdir og býir í Føroyum
18. november kl. 10:11
Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan
18. november kl. 14:27
Ken Fagerberg er deyður
15 tímar síðan
Eldur í á skipasmiðjuni á Skála
18. november kl. 18:14
Roykur rekur móti bygdini á Skála
18. november kl. 19:26
Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark
19. november kl. 04:10
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Libya boðar frá aftursvari eftir álop á russisk skip
2 tímar síðan
Hondbóltur
VIDEO: Bjarni var sera eyðsýndur í European League
3 tímar síðan
Tíðindi
Noreg letur upp fyri ílegubroyttum rávørum í alifóðri
4 tímar síðan
Fótbóltur
Champions League: Endaði javnt millum City og Napoli
4 tímar síðan
Tíðindi
Kjak um at tvinga meira fisk til virkingar í Íslandi
5 tímar síðan
Tíðindi
Vitlíki_Føroya
5 tímar síðan
Fótbóltur
Annað tapið á rað hjá Hellas Verona
6 tímar síðan
Hondbóltur
European League: Magnus vann á Bjarna og Allan
6 tímar síðan
Tíðindi
Svøríki atkvøður fyri triðju ferð um forsætisráðharra
6 tímar síðan
Tíðindi
Landsstýrið skal aftur niður á seks fólk
7 tímar síðan
Lesarabrøv
Allur bati bøtir, men lítið er um tann, ið einki ætlar
7 tímar síðan
Hondbóltur
European League: Liðið hjá Teis vann stórsigur
8 tímar síðan