Summarmánaðirnar juni, juli og august ferðaðust tilsamans 232.664 fólk við oyggjaleiðunum hjá SSL. Tað eru góð 24.246 fleiri enn í 2025, tá 208.418 fólk sigldu við skipum hjá SSL. Vøksturin er sostatt 11,6%.
Í løtuni hevur SSL ikki neyv hagtøl fyri hvussu nógv av ferðafólkunum eru útlendsk ferðafólk, men støðugt vaksandi sølan av TravelCard, sum er ferðakort, sum eru galdandi í 4 og 7 dagar, gevur tó greiðar ábendingar um eitt økt tal av útlendskum ferðafólkum.
Verður harumframt hugt eftir gjaldskort-nýtsluni á skipanum hjá SSL, so hava fólk úr 87 ymiskum londum ferðast við SSL í summar. Eftir føroyingar og danir, so eru topp-fimm brúkarar av gjaldskortum úr USA, Týsklandi, Kina, Italia og Fraklandi.
Leggjast kann afturat, at bíleggingarskipanin fer at verða tillagað, soleiðis at neyvari hagtøl fáast yvir hvar fólk, sum sigla við oyggjaleiðunum hjá SSL eru frá.
75% fleiri á Hestleiðini, 17.637 fleiri á Kalsoyarleiðini
Dagførdu hagtølini fyri ferðafólk og akfør á oyggjaleiðunum er í yvirlitinum niðanfyri. Áhugavert er, at talið av ferðafólkum á Hestleiðini í juni, juli og august er 75% hægri enn í 2025 - og talið av ferðafólkum á Kalsoyarleiðini somu mánaðir er 17.637 hægri enn í 2026.
