-Dekkið á verksmiðjuni er vatnblást, plátur skiftar og so er alt málað. Dragiholið er sandblást og málað, sigur Eli.
Frystilínuskipið Stapin, hevur síðstu tveir mánaðirnar verið á sleipistøð í Norra. Nógv er gjørt við skipið, sum nú verður riggað til fiskiskap, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag. Har hitti hann Eli Frederiksberg, sum er annar av skiparunum.
Tá hann varð spurdur, hvat er gjørt við skipið, segði hann:
-Dekkið á verksmiðjuni er vatnblást, plátur skiftar og so er alt málað. Dragiholið er sandblást og málað. Harafturat eru lensiportur sveisaði til, so dekki á verksmiðjuni nú verður turt.
-Báðir ljósmotorarnir skuldu yvirhálast, men ístaðin vóru teir skiftir. Hol var sett á síðuna á skipinum, og gomlu motorarnir blakaðir í land og nýggir settir í teirra stað. Harafturat er alt skipið málað og annað viðlíkahald gjørt. Tí hevur arbeiðið tikið umleið tvær vikur longrið enn upprunaliga ætla, sigur hann.
-Hvat hendir nú?
-Nú rigga vit skipið til aftur. Nógv hevur verið sundur, so tað tekur eina løtu at fáa alt uppá pláss aftur, og at rigga sum tað skal. Gongst eftir ætlan, verður kósin sett móti Flemish Cap leygardagin, sigur Eli.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook.