info
Ongi úrslit

U19-landsliðið tapti tepurt fyri Slovenia

Føroyar løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki

Mynd: FSF
Heri Á. Simonsen
2. oktober 2026 kl. 00:15

Aftaná 0-5 tapið fyri Írlandi mánadagin reisti føroyska U19-landsliðið seg í øðrum dystinum á venjingarleguni í Slovenia.

Hósdagin taptu Føroyar tepurt 1-2 fyri slovensku vertunum.

Tá 19 minuttir vóru leiktir legði Markus Højgaard Føroyar á odda. Slovenia megnaði tó at javna stutt undan steðginum. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini skoraði Slovenia sigursmálið.

Slovenia hevði bóltin 69 prosent av tíðini, og teir høvdu fleiri málmøguleikar enn Føroyar. Men mett saman við úrslitið tríggjar dagar frammanundan var talan um stóran bata.

Sunnudagin klokkan 10.30 spælir føroyska U19-landsliðið triðja og seinasta dystin á ferðini í Slovenia. Talan verður um forkunnuga mótstøðu, nevnliga Sameindu Arabisku Emirríkini.

Mánadagin taptu Sameindu Arabisku Emirríkini 0-3 fyri Slovenia.

Hesir byrjaðu inni fyri Føroyar móti Slovenia:

1 Tróndur Sjúrðarson (Málverji)

2 Eyðtór Eyðsteinsson Joensen

3 Jákup Kristiansson Poulsen

4 Jóel Tróndargjógv

5 Dennis Anghel (L)

6 Sigurd Ulriksen

7 Ezra Lukama

8 Rasmus Helgason

10 Danial Mørkøre

11 Markus Klein Danielsen

14 Markus Højgaard

Eyka:

9 Jannik Borge

12 Nóa Klein Joensen (Málverji)

13 Nóa Kristin Mortensen

15 Pall Johannesen

16 Edvard Falkenberg

17 John Ziska Joensen

18 Jeffrey Berg Dulavík

Kelda: FSF

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

Í gjár kl. 23:37

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Jürgen Klopp fekk fyrsta sigurin við Týsklandi

1 tími síðan
Tíðindi

PISA-tilmælini eiga at taka støði í fólkaskúlanum

1 tími síðan
Tíðindi

Stórt viðlíkahald gjørt umborð á Stapanum

1 tími síðan
Tíðindi

Konsert við Vibra í Eiðis kirkju

2 tímar síðan
Tíðindi

Sangkórið í Betesda 100 ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Ferðast lands­stýr­is­fólkini ov nógv?

3 tímar síðan
Fótbóltur

Messi hevur keypt spanskt felag

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur fyrstuhjálparsangur til yngri børn

4 tímar síðan
Tíðindi

Sjampanjuvínbarr í Nólsoyarstovu

4 tímar síðan
Tíðindi

Nú tað rekur hart á kíkin – hvussu leingi kann hetta halda fram?

4 tímar síðan
Tíðindi

Lesandi kunnu nú forvinna meira

5 tímar síðan
Tíðindi

Minni umsiting og skjótari hjálp

5 tímar síðan